back-icon

04.08.2020 17:55

Eivør og Hamferð rokkaðu á Tinghellu

Í gomlum døgum hildu føroyingar várting á Tinghellu norðan fyri Æðuvík. Sunnudagin savnaðust fleiri enn 100 fólk á Tinghellu fyri at hoyra Eivør Pálsdóttir og Hamferð framføra

Mynd: Sherpa.fo, Facebook
04.08.2020 17:55 Jens Hákun Leo

Sunnudagin vóru fleiri enn 100 fólk vitni til eina heldur øðrvísi og forvitnisliga uppliving, tá ið Eivør Pálsdóttir og tungmálmsbólkurin Hamferð spældu á Tinghellu norðan fyri Æðuvík.

Tinghella er søguligur staður, har várting varð hildið í forðum. Tað sigst, at sjálvt Gøtutróndur og Sigmundur Brestisson hava verið har.

Tinghella er sum vera man ikki ein vanligur konsertstaður, og tað kravdi eitt sindur av arbeiði at fáa fólk aftur og fram.

Fyri nøkur byrjaði túrurin í Æðuvík, har siglt varð einar sjey minuttir við RIB-bátum yvir á Tinghellu.

[object Object]

40 fólk valdu ein eitt sindur meira avbjóðandi veg. Hesi sígdu niður í Fossdalsgjógv, áðrenn tey fóru víðari við rennistrongi yvir um gjáarmunnan til Tinghellu.

[object Object]

[object Object]

Millum teirra, sum valdu hendan meira avbjóðandi vegin, var Eivør Pálsdóttir.

- Í gjár (sunnudagin, red) royndi eg nakað, sum eg aldrin havi roynt áður, og sum eg trúði, eg aldrin fór at royna, skrivar Eivør á Facebook.

[object Object]

Nøkur valdu eisini at síga upp aftur gjøgnum steyrrætt berg uppá 18 metrar, har góð klintrihandtøk vórðu sett upp.

Góðir vegleiðararnir vóru til staðar og sóu til, at fólk allatíðina vóru í tryggum hondum.

Vóru umleið 120 til samans

Sherpa.fo við Bárði Hansen á odda skipaði fyri túrinum og konsertini.

Bárður Hansen upplýsir, at Sherpa seldi 96 atgongumerki til túrin, og at tey við hjálparfólki og øðrum vóru umleið 120 fólk til samans.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Bárður Hansen fortelur, at túrurin var sera væl eydnaður.

- Veðrið var sera gott, og fólk vóru í góðum hýri. Harumframt vóru konsertirnar framúr. Hamferð, við Jón Aldará og Theodor Kapnas, hitaðu upp í fimtan minuttir, áðrenn Eivør trein á helluna og spældi í 40 minuttir.

- Tað gjørdi ikki lagið hjá fólki verri, at vit bjóðaðu teimum súpan og okkurt gott afturvið, tá tey vóru komin niður á hellu, heldur Bárður Hansen fyri.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

- Tjenti Sherpa nógv uppá túrin?

- Sjálvandi fekk mann nakað av inntøku burtur úr túrinum, men øgiliga nógv fór av til trygdar- og tónleikaútgerð og ymiskt annað, svarar Bárður Hansen.

Bárður Hansen leggur afturat:

- Tá tað er sagt, so var hetta allíkavæl ein fantastiskur túrur og heilt sikkurt nakað, sum vit fara at gera aftur.

*Myndirnar í hesi greinini eru frá Facebook-síðuni hjá Sherpa.fo. Har síggjast fleiri myndir frá túrinum sunnudagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald