back-icon

26.03.2020 14:50

Endaspælið verður møguliga stytt

Hondbóltssambandið hevur gjørt trý uppskot um, hvussu kappingarnar í ár kunnu spælast lidnar

Mynd: Jens Kr. Vang
26.03.2020 14:50 Jens Hákun Leo

Hondbóltssamband Føroya hevur í dag sent út eitt skriv til hoyringar til feløgini um, hvussu tær ymisku kappingarnar í ár kunnu spælast lidnar.

Gunn Ellefsen, forkvinna í starvsnevndini hjá HSF, upplýsir, at málsetningurin er at spæla kappingarnar í ár lidnar. Hon upplýsir eisini, at Hondbóltssambandið ikki fer at fylgja í fótafetunum hjá Fótbóltssambandinum og avlýsa allar dystir í apríl.

Ikki enn í hvussu er.

- Sum nú er halda vit okkum til tilmælini hjá myndugleikunum, og vit fara í gongd aftur við kappingarnar, so skjótt sum myndugleikarnir siga gott fyri tí, sigur hon.

Gunn Ellefsen greiðir frá, at HSF hevur gjørt trý uppskot um, hvussu kappingarnar í ár kunnu spælast lidnar.

Verður tað ikki møguligt at fara í gongd aftur við kappingarnar fyrr enn í mai, verður møguliga talan at stytta um endaspælið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum.

Gunn Ellefsen slær fast, at HSF ynskir at fáa kappingarnar avgreiddar í mai.

Hóast hetta møguliga kann hava við sær, at einki lið verður kosið sum FM-vinnari í ár.

- Sambært upprunaligu skránni skuldu vit hava tríggjar hálvfinalur og fimm finalur, men koma vit í ta støðu, at vit ikki kunnu byrja aftur fyrr enn í mai - og hetta skulu feløgini sjálvandi góðtaka -, so kann talan gerast um, at vit avgreiða grundspælið fyri síðan bert at hava tvær hálvfinalur og eina finalu.

- Men í so fall verður eingin FM-vinnari, tí vit halda ikki, at tað er rætt at útpeika ein FM-vinnara, um mann ikki hevur leikt tríggjar hálvfinalur og fimm finalur, sigur HSF forkvinnan.

Tað fer neyvan at koma uppá tal at spæla inn í juni mánað, tí at hetta kann elva til praktiskar trupulleikar hjá feløgunum.

- Millum annað við teimum útlendsku leikarunum og við sáttmálum og sovorðnum í tí sambandi. Teir plaga jú at fara avstað aftur um tað mundið, og so skulu feløgini hava tíð til at fyrireika seg til næsta kappingarár, sigur HSF forkvinnan.

Síðstu dystirnir í bestu kappingini hjá kvinnum, áðrenn samfelagið fór niður í ferð, vórðu leiktir tann 8. mars, meðan tann síðsti dysturin í bestu kappingini hjá monnum - hann var ímillum VÍF og Neistan - varð leiktur tann 11. mars.

Hetta var í grundspælinum.

Sjey dystir eru eftir at leika í grundspælinum í bestu deildini hjá kvinnum, meðan átta dystir eru eftir at leika í grundspælinum í bestu deildini hjá monnum.

ÍSF hevur boðað frá, at tað tekur undir við at leingja korona tiltøkini, og at allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast. Tað er í øllum førum til og við 13. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald