back-icon

03.06.2020 16:14

Enn ógreitt nær Føroya-flúgvingin hjá SAS verður uppafturtikin

Sille Beck-Hansen, talskvinna hjá SAS, kann ikki siga nakað enn um, nær SAS aftur fer at flúgva ímillum Føroyar og Keypmannahavn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
03.06.2020 16:14 Jens Hákun Leo

Tað er enn ógreitt, nær Føroya-flúgvingin hjá skandinaviska flogrisanum verður uppafturtikin. 

Sille Beck-Hansen, talskvinna hjá SAS, kann ikki siga nakað enn um, nær SAS aftur fer at flúgva ímillum Føroyar og Keypmannahavn.

SAS talskvinnan upplýsir, at eftirspurningurin eftir ferðaseðlum á Føroya-rutuni er vaksandi.

- Vit merkja ein vaksandi eftirspurning eftir ferðaseðlum á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn. Serliga eftir seinastu útmeldingina frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra. Men tíverri ber ikki til hjá mær at siga nakað um í løtuni, nær vit aftur fara at flúgva til Føroya, sigur Sille Beck-Hansen.

[object Object]

Sille Beck-Hansen, talskvinna hjá SAS (Mynd: check-in.dk)

- Tað er rætt, at tað ber til at bíleggja ferðaseðlar millum Vágar og Keypmannahavn frá 1. juli, men hetta er bara nakað, sum vit nýta sum ein mátistokkur fyri, hvussu stórur eftirspurningurin er á leiðini. Hetta nýtist tí ikki at merkja, at vit fara at taka flúgvingina til Føroya uppaftur júst hendan dagin, leggur talskvinnan hjá SAS afturat.

Atlantsflog hevur tikið avgerð um, at felagið fer at flúgva beinleiðis til Keypmannahavnar hvønn dag frá 15. juni. Eisini verður flogið beinleiðis til Billund og Íslands fleiri ferðir um vikuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald