back-icon

01.02.2023 22:32

Ex on the Beach-ævintýrið hjá Karli av

- ella næstan av. Sunnudagin byrjar nýggj røð, sum fylgir høvuðspersónunum tá gerandisdagurin í Danmark rakar. - Eg elskaði alt við EX, sigur sandavágsingurin

Karl Weihe og vinmaðurin Hugo Collette (Mynd: Disovery+)
01.02.2023 22:32 Sverri Egholm

- Eg elskaði alt við EX. Jagstranin eftir Julicu, kappingin móti Oliver (hóast hann ikki metir tað vera kapping). Vinalagið við Sille og til síðst elskaði eg Testosterone Boys.

Tað skrivar 23 ára gamli Karl Weihe, sum seinastu vikurnar hevur verið at sæð í Ex on the Beach á Discovery+, á Instagram.

Karl Weihe var við frá byrjan, og er ein av teimum fáu, sum var við allan vegin í ár. Fyrsti partur kom út 13. november, og sunnudagin kom partur 24, seinasti parturin, út.

Kensluborni sandavágsingurin hevur verið ein av høvuðspersónunum í ár, og hevur saman við vinmanninum Hugo Collette undirhildið við sangum. Nakað sum hevur ført til, at teir báðir góvu eitt lag út í síðstu viku.

[object Object](Mynd: Discovery+)

Hóast fleiri vinaløg, eydnaðist tað ikki Karli at finna kærleikan í summarhúsunum í Grikkalandi, men sprækligi harrin letur kortini sera væl at.

- Eg elskaði hasi húsini. Lívið heima er deiligt, men tað er veruliga eitt upplivilsi at vera við í einari sending sum hasari. Lívið í hasum húsunum kann ikki lýsast við oðrum. Eg havi altíð havt ein lítlan dreym um at síggja meg sjálvan í sjónvarpinum, skrivar Karl Weihe.

[object Object](Mynd: Discovery+)

Aftaná EX

Tá sagt verður at ævintýrið nú er liðugt, er tað ikki heilt satt.

Síðani Karl og hini í Ex on the Beach komu heim til Danmarkar aftur, hava nøkur teirra havt eitt filmslið í hølunum til sendingina “Efter Ex”, sum hevur frumsýning á Discovery+ sunnudagin.

Har verður villa lívið á yvirhálingarbreytini lýst við upp og niðurtúrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald