back-icon

29.03.2022 16:10

Ex on the Beach og Singletown við Teiti Skoubo tikið av

Hóast hann noktar seg sekan, hevur Discovery+ valt at taka umførini av Ex on the Beah og Singletown, sum Teitur Skoubo luttekur í, burturúr úrvalinum á stroymingartænastuni

Tað er ikki longur møguligt at síggja Teit og hini í sætta umfari av Ex on the Beach á Discovery+ (Mynd: Discovery+)
29.03.2022 16:10 Sverri Egholm

Stroymingartænastan Discovery+ hevur tikið allar partarnar í sætta umfari av Ex on the Beach umframt fyrsta umfar av Singletown av.

Orsøkin neyðtøkumálið, sum Teitur Skoubo er ákærdur í.

Hetta skriva danskir miðlar sum Ekstrablaðið og Se og Hør í dag.

Teitur Skoubo hevur seinastu árini verið ein virkin harri í donskum realitysendingum. Í 2019 vann hann Paradise Hotel, og síðani hevur hann luttikið í Ex on the Beach og Singletown.

26 ára gamli havnarmaðurin hevur seinastu vikurnar fingið nógva umrøðu av einum neyðtøkumáli, sum skal vera farið fram í Odense í november.

Hóast Teitur Skoubo noktar seg sekan, og at málið enn ikki hevur verið fyri í rættinum og tískil ikki er dømdur, fær hendingin nú avleiðingar á stroymingartænastuni Discovery+.

- Tilfarið er tikið niður til eftirmetingar orsakað av málinum, sum er í gongd. Tá tað snýr seg um eitt rættarmál sum er í gongd, hava vit ikki fleiri viðmerkingar, sigur umboð frá Discovery við Se og Hør.

Kappingarneytin Viaplay, sum hýsir Paradise Hotel, hevur ikki valt at ganga somuleið.

- Tað er upp til dómsvaldið at avgera hetta málið, sigur umboð hjá NENT Group, við Se og Hør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald