back-icon

05.09.2021 13:22

Ex on the Beach: Teresa tekur Teit á bóli

Á náttartíð kemur fyrrverandi unnustan hjá Teiti Skoubo, Teresa Ovenberg inn í Ex on the Beach. Hetta meðan Teitur liggur í songini við einari aðrari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

05.09.2021 13:22 Hvat.fo

Tað verður av álvara kynt upp til drama, tá fyrrverandi unnusta Teit Skoubo kemur inn í Ex on the Beach.

Hetta ger hon í nýggjasta partinum, sum er komin út í dag. Teresa Ovenberg er navnið, og hon kemur inn á náttartíð júst meðan Teitur Skoubo og ein flamma skulu í gongd undir dýnuni.

Flóvisligt? Ja, ein pínlig støða, har eingin veruliga veit hvat tey skulu siga ella gera.

Teitur greiðir frá, at Teresa Ovenberg var orsøkin til, at hann flutti til Føroya í januar mánað, og er síðsta unnusta, hann hevur havt.

[object Object]Teresa Ovenberg (Mynd: Discovery+)

Tá hann fór til Føroya, fór hann eisini undan Sandru, sum hann nú tá Teresa kom inn, altso deildi song saman við.

Samstundis sum at nógvar kenslur eru upp á spæl, sæst í nýggjasta partinum, at Teresa hevur eitt gott eygað til biðlasveinin Martin. Hetta tykist órógva Teit nakað. Hann greiðir frá, at tað framvegis er okkurt millum fyrrverandi parið.

Ex on the Beach sæst á Discovery+, og tveir nýggir partar koma út hvønn sunnudag.

[object Object](Mynd: Discovery+)

[object Object]Teitur Skoubo (Mynd: Discovery+)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald