back-icon

29.06.2020 11:01

Fekk viðgerðardóm uppá trý ár í máli um kynsligan ágang

Ein 35-ára gamal maður fekk ein viðgerðardóm uppá í mesta lagi trý ár fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12-ára gamla gentu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
29.06.2020 11:01 Jens Hákun Leo

Ein 35-ára gamal maður fekk í dag dóm frá Føroya Rætti í einum máli um kynsligan ágang.

Maðurin fekk ein viðgerðardóm uppá í mesta lagi trý ár fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við eina 12-ára gamla gentu. Hann varð eisini dømdur at rinda gentuni 25.000 krónur í endurgjaldi.

Hendingin fór fram á einum sambýli í 2017.

Maðurin varð ákærdur eftir grein 222, stk 1 og grein 225 í revsilógini.

Dómsvaldið gjørdi greitt í úrskurðinum, at Almannaverkið skal hava eftirlit við manninum, og at maðurin skal fáa vegleiðing í kynslívi.

Maðurin hevur ikki valt at kæra dómin.

Dómsviðgerðin í málinum fór fram fríggjadagin fyri afturlatnum hurðum. Rættarfundurin byrjaði klokkan 09 fríggjamorgunin, og ákærin legði út við at biðja um, at málið skuldi fara fram fyri afturlatnum hurðum. Hesum hevði verjin einki ímóti. Dómarin greiddi frá, at tað vóru serligar umstøður, sum gjørdu, at hetta varð mett neyðugt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald