back-icon

22.09.2021 20:12

Fer satiruinnslag hjá Kringvarpinum ov langt?

"Hetta er tað grovasta eg havi hoyrt", sigur ein ónøgdur kringvarpsgjaldari. Ein samrøða, sum skal ímynda eina samrøðu millum Jenis av Rana og gud, hevur elvt til kjak

22.09.2021 20:12 Hvat.fo

Eitt satiru innslag í nýggju nýggju miðvikusendingini hjá Kringvarpinum, sum hevur fingið heitið Mikuskifti, og har Tróndur Vatnhamar og Jákup Dahl eru vertir, hevur fingið nógva umrøðu millum manna í dag.

Innslagið snýr seg um eina eftirgjørda samrøðu millum miðflokkamenninir og gud. Serliga er samrøðan millum Jenis og hin hægsta í fokus, har umstrídda setanarmálið um skúlastjóran í Vestmanna verður umrøtt.

Ljóðbrotið er lagt á Facebookvangan hjá Kringvarpinum seinnapartin, og meiningarnar eru ymiskar.

- Langt úti og beinleiðis útspilling av einum almennum persóni, sum bara hevur søkt eitt starv - og fekk tað eisini. Hvussu lágt kann KVF loyva sær av ríða, er tað ein brúkari sum spyr.

- Hvat feilar KVF! Er tað loyvt at gera tílíkt alment? Hetta má koma undir eitt slag av forfylging. Stór vanærulig skomm. Skulu vit gjalda fyri, at KVF generar fólk, sigur ein annar ónøgdur kringvarpsgjaldari.

- Hatta er tað grovasta eg havi hoyrt. Skulu vit gjalda lurtaragjald fyri hatta. Vanvirðisligt, sigur ein annar.

Men tað eru eisini tey, sum eru væl nøgd við hetta frá Kringvarpinum.

- Í einum landi, har fólk ikki meta, at vanlig satira eigur at vera loyvd, er tað ikki bert public servie at gera satiru, tað er lívsneyðugt og demokratiskt átroðkandi. Takk KVF, er tað ein annar sum staðfestir.

- Frískligt og stuttligt. Eg havi einki ímóti at gjalda fyri hatta, sigur ein annar brúkari.

Les allar viðmerkingarnar á Facebooksíðuni hjá Kringvarpinum her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald