back-icon

31.08.2020 18:59

Fer sín egna veg

Á nýggjari rás á Youtube fer Teitur Skoubo at framleiða egið tilfar. Hann ætlar at vísa hvussu nógv er broytt í lívinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

31.08.2020 18:59 Hvat.fo

Paradise Hotel-vinnarin í fjør, Teitur Skoubo, fer nú í gongd við Youtube aftur. Hann lat í gjár nýggja rás upp á plattforminum, og hesaferð er hann sjálvur.

Í fjør gjørdu Teitur og vinmaðurin úr Jonass Janec um seg við Youtube-rás, sum fekk nógvar vísingar. Í longri tíð er nærum einki tilfar komið út á rásina, og sambært Teiti er nógv broytt. Teir búgva framvegis saman, men liva hvør sítt lív, og tí fer Teitur sín egna veg.

- Eg havi saknað so nógv at gera Youtube. Tað er hent so nógv í mínum lívi síðani seinast. Seinast eg gjørdi Youtube-upptøkur, snúði lívið seg um fest og farvur, og satt at siga ikki so nógv annað. Hesaferð fari eg at greiða frá nærri hvat er hent í mínum lívi. Eg eri blivin persónligur venjari, fingið damu, og alt er øðrvísi. Men eg havi veruliga saknað at gera Youtube, tí eg elski at gera tað, greiðir havnarmaðurin frá í fyrsta partinum, sum er komin á rásina.

Teitur greiðir frá, at nógv fer at snúgva seg nógv um fitness, men eisini upptøkur úr gerandisdegnum, avbjóðingar og annað. Hvønn sunnudag kemur nýggjur partur á rásina.

Í næstum luttaka Teitur Skoubo og daman, Christel Trubka, í realitysendingini Singletown, sum verður víst á Dplay í heyst.

[object Object]Christel Trubka og Teitur Skoubo (Mynd: Discovery Networks)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald