back-icon

24.11.2020 21:48

Filmsupptøkur á HBO: Yvir Sørvágsfirði við luftballón

Tað er ikki bara James Bond, sum verður tikið upp í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

24.11.2020 21:48 Sverri Egholm

James Bond filmsupptøkunum úr Kalsoynni verða vit noydd at bíða eftir til einaferð í vár, men longu nú ber til at síggja aðrar hugtakandi filmsupptøkur, sum eru gjørdar í Føroyum.

Talan er um røðina “His Dark Materials”, sum sæst á HBO.

Í fyrsta parti av nýggjasta umfarinum, sum sæst á HBO næstu vikurnar, eru vakrar náttúru myndir úr Føroyum. Yvir Vestmannasundi og yvir Sørvágsfirði.

[object Object]

Í fyrstu myndini sveimar ein luftballón framvið Trøllkonufingri. Í bakgrundini sæst Skælingsfjall.

[object Object]

Í aðru myndini sveimar luftballónin móti Norðradali, og á triðju myndini er luftballónin yvir Sørvágsfirði, og útsýni er yvir Drangarnar, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.

[object Object]

His Dark Materials sæst á HBO Nordic.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald