back-icon

12.08.2020 14:41

Fimm útskiftingar í Superliguni næsta kappingarár

Lið, sum luttaka í Superliguni, 1. deild, 2. deild og í steypakappingini, sleppa at skifta í mesta lagi fimm leikarar út undir dysti næsta kappingarár

Mynd: Liselotte Sabroe / Ritzau Scanpix
12.08.2020 14:41 Jens Hákun Leo

Tær fremstu fótbóltsdeildirnar í Danmark koma eisini at loyva fimm útskiftingum næsta kappingarár.

Hetta váttar Peter Ebbesen, sum er kappingarleiðari í "Divionsforeningen", fyri TV2.

Lið, sum luttaka í Superliguni, 1. deild, 2. deild og í steypakappingini, sleppa harvið framhaldandi at skifta í mesta lagi fimm leikarar út undir dysti næsta kappingarár.

- Hetta hava vit valt at gera, av tí at vit eru eitt av teimum harðast raktu londunum í Evropa, tá tað kemur til at innheinta ta seinkingina, sum er í mun til næsta kappingarár.

- Og tað hevur ikki verið torført at taka hesa avgerðina, tí at vit hava enn ikki upplivað, at nakað felag hevur verið ímóti hesi avgerðini, sigur Peter Ebbesen.

Nýggja reglan um fimm útskiftingar í staðin fyri tær vanligu tríggjar útskiftingarnar kom í kjalarvørrinum av koronasteðginum, sum hevði við sær eina tættari dystarskrá.

Eisini í Danmark hevur hendan reglan verið í gildi, síðan fótbólturin byrjaði aftur eftir koronasteðgin.

"The International Football Association Board", sum umsitur fótbóltslógir, avgjørdi í juli mánaði, at deildir kring heimin kunnu brúka regluna um fimm útskiftingar næsta kappingarár, galdandi fram til 31. juli 2021.

Hetta er eisini galdandi fyri altjóða kappingar, og sostatt kann EM-endaspælið næsta summar verða umfatað av hesi regluni, skrivar TV2.

Deildirnar avgera sjálvar, um tær vilja hava fimm ella tríggjar útskiftingar í einum dysti.

Tað verður framvegis galdandi fyri tær deildir, sum velja at loyva fimm útskiftingum, at tað verður bert loyvt at steðga einum dysti tríggjar ferðir fyri at skifta út.

Superligan í Danmark 2020/21 byrjar 11. september, tá meistararnir úr FC Midtjylland spæla á útivølli ímóti steypavinnarunum úr SønderjyskE.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald