back-icon

09.06.2020 17:11

Fleiri enn 10.000 áskoðarar higartil í ár í Betri deildini

Omanfyri 400 áskoðarar hava verið í miðal til hvønn dyst í Betri deildini í ár

Bill Justinussen, løgtingsmaður og NSÍ-fjeppari (Mynd: Sverri Egholm)
09.06.2020 17:11 Jens Hákun Leo

Talið á áskoðarum, sum hava verið til dystir í Betri deildini higartil í ár, liggur helst omanfyri tey 10.000.

Kappingin byrjaði 9. mai, og í fyrsta umfari varð leikt uttan áskoðarar.

Í 2. umfari var tilmælið um, at eingir áskoðarar skuldu sleppa inn til dystirnar, tikið av, og síðan tá hava fleiri túsund fólk verið og hugt.

[object Object]Frá dystinum millum Víking og B36 í Norðragøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Seks umfør eru leikt, og av teimum 25 dystunum, sum hava verið við áskoðarum í ár, eru áskoðarahagtøl frá 19 av teimum at finna á Faroesoccer.com.

7.950 áskoðarar hava verið til teir 19 dystirnar, har talið á áskoðarum er skrásett.

Talið á áskoðarum er ikki skrásett enn til seks av dystunum, sum hava verið.

KÍ og B36 hava flest áskoðarar

Omanfyri 400 áskoðarar hava verið í miðal til hvønn dyst í Betri deildini í ár.

KÍ og B36 hava havt flest áskoðarar. KÍ hevur havt 1.450 áskoðarar yvir tveir heimadystir, meðan B36 hevur 1.700 áskoðarar yvir tríggjar heimadystir

750 fólk vóru og hugdu eftir heimadystinum hjá KÍ móti EB/Streymi. Til heimadystin hjá KÍ móti NSÍ vóru 700 fólk og hugdu.

[object Object]Frá dystinum millum AB og KÍ á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)

Til heimadystin hjá B36 móti HB vóru 800 fólk og hugdu.

Áskoðaratalvan higartil í ár sær soleiðis út:

1. B36 1.700 áskoðarar (3 heimadystir)
2. KÍ 1.450 áskoðarar (2 heimadystir)
3. Víkingur 1.100 áskoðarar (3 heimadystir, 1 heimadystur ikki skrásettur enn)
4. TB 900 áskoðarar (3 heimadystir)
5. Skála 700 áskoðarar (2 heimadystir)
6. ÍF 600 áskoðarar (2 heimadystir, 2 heimadystir ikki skrásettir enn)
7. EB/Streymur 400 áskoðarar (1 heimadystur, 2 heimadystir ikki skrásettir enn)
8. NSÍ 400 áskoðarar (1 heimadystur)
9. AB 350 áskoðarar (1 heimadystur, 1 heimadystur ikki skrásettur enn)
10. HB 350 áskoðarar (1 heimadystur)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald