back-icon

26.06.2020 14:49

Fleiri enn 500 pisur í ár

Fleiri enn 500 næmingar hava fingið miðnámsskúlaprógv hesar síðstu vikurnar

Mynd: Sverri Egholm
26.06.2020 14:49 Jens Hákun Leo

Fleiri enn 500 næmingar hava fingið miðnámsskúlaprógv hesar síðstu vikurnar.

277 næmingar hava fingið prógv á Glasi í Havn: 100 á hugbreytini, 89 á náttúrubreytini, 47 á búskaparbreytini, 32 á fyrireikingarbreytini og 9 á serbreytini.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

(Myndir: Sverri Egholm)

175 næmingar hava fingið miðnámsskúlaprógv á Kambsdali, 35 í Suðuroy og 34 í Klaksvík.

Í Suðuroy hava 22 næmingar fingið prógv á nátturubreytini, meðan 13 hava fingið prógv á hugbreytini. Í Klaksvík hava 28 næmingar fingið prógv á tøknibreytini, meðan 6 hava fingið prógv á serbreytini.

11 næmingar hava fingið prógv á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald