back-icon

22.09.2020 17:00

Flóvislig byrjan

Katrina Maria leggur ikki fingrarnar í millum, tá hon viðmerkir fyrsta dystin í hesum kappingarárinum hjá United

Katrina Maria (Mynd: Mlaumann.com)
22.09.2020 17:00 Hvat.fo

- Okkara byrjan av hesum kappingarárinum var flóvislig. Skelkandi.

Tað var ein spent Katrina Maria Christiansen sum leygardagin setti seg at hyggja eftir sínum liði, Manchester United, sum í fyrsta dystinum í kappingarárinum leikti móti Crystal Palace. Men smílið hvarv skjótt.

- Tað einasta góða sum kom burturúr var málið hjá Danny van de Beek. Eg veit ikki hvat eg skal vænta frá United í dag, skrivar ein skuffað Katrina Maria Christiansen, sum av fleiri útlendskum miðlum er kosin at vera lekkrasti United-fjeppari.

[object Object]

(Mynd: Katrina Maria / Instagram)

Longu eftir sjey minuttir legði Crystal Palace seg á odda 1-0, og økti um leiðsluna í seinna hálvleiki við brotssparki. Donny van de Beek hjá United svaraði aftur og minkaði um munin til støðuna 2-1, sum tó ikki helt leingi. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla skoraði Wilfried Zaha til støðuna 3-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

Manchester United spælir á útivølli móti Luton Town í Carabao Cup steypakappingini í kvøld.

[object Object]

(Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald