back-icon

29.06.2020 20:45

Fólk eru ikki blíð - nógv ætla sær at vraka Eysturoyartunnilin

Tíðindini um, at tað fer at kosta 75 krónur við haldi og 175 krónur uttan hald at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin fyri persónbilar, hevur elvt til stórt kjak á sosialu miðlunum

(Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar)
29.06.2020 20:45 Jens Hákun Leo

Tíðindini um, at tað fer at kosta 75 krónur við haldi og 175 krónur uttan hald at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin fyri persónbilar, hevur elvt til stórt kjak á sosialu miðlunum. 

Tað eru nógv, sum halda, at hetta er ein ov høgur prísur at gjalda.

Summi føra  fram, at tey fara heldur at velja tann "gamla vegin" ímillum Havn og Eysturoynna enn at koyra ígjøgnum nýggja tunnilin.

Onnur halda, at hetta er ein rímilig príslega.

Ein persónur skrivar: Um ein tímaløntur skal gjalda 150 krónur fyri báðar vegir, so skal persónurin arbeiða 3 tímar bara fyri tunnilsgjald. Sjálvandi eigur hatta max. at kosta 30 krónur fyri hvønn vegin - so høvdu øll brúkt tunnilin.

Ein annar persónur skrivar: Skal eg eini lítil ørindi inn til Runavíkar úr Havn og aftur beinanvegin, so skal eg gjalda 350 krónur, um eg ikki havi kubba. Tað vil siga, at eingin úr Runavík fer til Havnar til handils, og eingin í Havn fer inn í Eysturoynna til handils.

Ein triði persónur tekur undir við teimum báðum fyrstu:

- Hetta er tað, ið man kallar "fallit erklæring". Fyri 150 krónur tur/retur til Strendur, so fari eg heldur ta "scenisku" rutuna, sigur hann.

Ein fjórði persónur heldur fyri, at tað fer neyvan nakar stórur bussur at koyra gjøgnum tunnilin fyri 1250 krónur.

- Tað kostar bert um 100 krónur eyka í olju og ein hálvan tíma koyring heldur at fara um brúnna við Streymin, sigur viðkomandi persónur.

Ein fimti persónur heldur, at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið fyri fyrst, tí at tillagingar heilt víst fara at verða gjørdar

- Onkrar tillagingar verða uttan iva. Til dømis at møguleiki verdur at "keypa" ein bíligari ferðaseðil, um mann kann kalla tað ein ferðaseðil - sama slag sum er um Oyrasund. Aftur og fram innan 6 tímar fyri næstan onki. Fólk í túsundatali fara shoppingtúr. Danir til Svøríkis at keypa mat og klæðir og kanska vitja onkra ommu, og sviar koyra til Danmarkar at vitja Tivoli, matstovur o.s.v. Og vit mugu eisini rokna við, at sami kubbi kann brúkast til allar undirsjóvartunlarnar. Og tey, sum ongan kubba hava, ferðafólkini, skulu gjalda tann fulla prísin.

Ein sætti persónur heldur fyri, at Eysturoyartunnilin ikki kann vera bíligur í byrjanini:

- Nú er hattar er ein dýrur tunnil at gera, og har er eisini ein rundkoyring í tunlinum. Somuleiðis við tøknini at reka ein tunnil. Tað kann ikki vera bíligt í byrjanini, slær hann fast.

Eysturoyartunnilin letur væntandi upp tíðliga næsta ár.

Allir prísirnir síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald