Fólk í øðini eftir heimaball í nátt
Ungdómar hava savnast til veitslur fleiri staðni kring landið í nátt
Fólk eru ikki blíð, nú tað er komið fram, at ball hevur verið heima hjá fólkum, serliga ungfólkum, fleiri staðni kring landið í nátt.
Fleiri føroyskir miðlar bóru tíðindini í morgun, og hetta hevur vakt vreiði millum manna.
Ein skrivar "send øll út á Lítla Dímun og lat tey so syngja og dansa," meðan ein annar skrivar:
"For svartasta, Føroyar eru lagaligar. Bomba 10.000 bót í høvdið á teimum. Vit muga sleppa av við hettar sum skjótast, so samfelagið sleppur í gongd sum skjótast."
Ein triði er samdur við tí fyrsta og sigur "Renn øll út á lítlu Dímun," meðan ein fjórði sigur "h......s egoistar."
Onkur skjýtur upp at lata Rúsuna aftur, meðan onkur annar kritiserar løgtingsfólk fyri ikki at herða epidemilógina.
"Jamen, tað er tað lættasta at loysa í øllum ellibitanum vit liva í. Ger sum Kim Kielsen (landsstýrisformaðurin í Grønlandi) og kom út og sig, at Rúsan ikki letur upp í morgin," sigur ein.
Ein annar vísir á, at "her í Danmark er bótin 1500,- pr. persón."
"Tað skuldu tey eisini gjørt í Føroyum. Tað virkar næstan altið at raka fólk á pangapungin," heldur viðkomandi fram.
En triði heldur stutt og greitt, at vit skulu "lukka Rúsuna."
Ein fjórði sigur, at "her í Danmark gevur sovorðin asosialur atburður beinanvegin høga bót, ofta 4500 krónur.
"Tað er tað einasta, sum anarkistar respektera," slær viðkomandi fast.
Ein fimti spyr, hvat løgtingsfólk siga nú:
"Kaj Leo Holm Johannesen (landsstýrismaðurin í heilsumálum) segði at fôlk í Føroyum skikka sær sera væl 99,99% av tíðini, so handan lógin (epidemilógin) var ikki neyðug her."
Tað eru tó ikki øll, sum halda, at tað skal ganga út yvir Rúsuna, at nøkur ung ikki fylgja tilmælunum frá landsins myndugleikum um ikki at vera meira enn 10 saman.
"Eingi korona staðfest í Suðuroy og á Sandoynni. Har eru Rúsurnar opnar eins og norðanfjørðs. So kom ikki og gev Rúsuni skuldina. Nei, tað eru vit, eg og tú, ið ikki ansa okkum, og ikki Rúsan," sigur ein.
"Ja hvat f.... tá. Skal alt landið ikki kunna keypa nakađ, tí nakrir snothvølpar ikki kunnu skikka sær ordiligt og brúka tær hjernacellur, tey hava fingið," spyr ein annar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald