back-icon

11.08.2020 15:45

Fólkatalið minkar í átta kommunum - seks av teimum eru í Suðuroy

Seks av sjey høvuðsøkjum í landinum upplivdu eina øking í fólkatalinum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 – 1. juli 2020. Einasta økið, har fólkatalið minkaði, var Suðuroy

Tvøroyri (Savnsmynd)
11.08.2020 15:45 Jens Hákun Leo

Fólkatalið í Føroyum veksur framvegis, um enn við eitt sindur lægri ferð samanborið við fyrra hálvár 2019.

Fólkatalið í landinum vaks við 813 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2019 – 1. juli 2020 - ein vøkstur á 1,6 prosent.

Tann 1. juli í ár var fólkatalið 52.656, meðan tað tann 1. juli í fjør var 51.843.

Samanbera vit fyrra hálvár 2020 við sama tíðarskeið í fjør, minkar tann stóri fólkavøksturin bert eitt lítið vet, skrivar Hagstova Føroya.

Seks av sjey høvuðsøkjum í landinum upplivdu eina øking í fólkatalinum í omanfyrinevnda 12-mánaðar skeiði.

Einasta økið, har fólkatalið minkaði, var Suðuroy. Har minkaði fólkatalið við 27 fólkum - ein minking á 0,6 prosent. Tann 1. juli í ár var fólkatalið í Suðuroy 4.610 fólk, meðan tað tann 1. juli í fjør var 4.637 fólk.

Av teimum 29 kommununum í Føroyum, er fólkatalið minkað í átta av teimum. Seks av teimum átta kommununum eru í Suðuroynni. Talan er um Hvalbiar kommunu (-8), Tvøroyrar kommunu (-1), Vágs kommunu (-3), Sumbiar kommunu (-6), Porkeris kommunu (-3) og Hovs kommunu (-6). Í tí sjeyndu kommununi í Suðuroy, tað er Fámjins kommuna, stendur fólkatalið í stað í mun til 1. juli í fjør.

Hinar báðar kommunurnar, sum hava upplivað eina afturgongd í fólkatalinum hesar síðstu 12 mánaðirnar, eru Sands kommuna (-1) og Vestmanna kommuna (-1).

Suðuroy (-27), Hestur (-2) og Koltur (-1) eru einastu oyggjarnar, sum hava upplivað eina afturgongd í fólkatalinum frá juli 2019 til juli 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald