back-icon

31.07.2021 11:23

Fór avstað við flaggstong

Ungur harri á Vaglinum er endaður í umferð á Instagramprofilinum hjá Anders Hemmingsen við einari millión fylgjarum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

31.07.2021 11:23 Hvat.fo

Út á morgunin á ólavsøku eru tað helst fleiri, sum eru í tí kreativa horninum. Ein teirra, var ein at síggja til ungur harri, sum nú er í umferð á Instagram í Danmark.

Onkur hevur tikið upp meðan hesin maðurin stríðist við eina flaggstong á Vaglinum. Upptøkan er endað á vanganum hjá skemtaranum Anders Hemmingsen við tekstinum “Hesa skal eg líka hava heim við” - flaggstongina altso.

Vangin hjá Anders Hemmingsen er ein av best umtóktu í Danmark, og hevur meira enn eina millión fylgjarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald