01.12.2020 23:00
Føra allir vegir til Klaksvíkar?
Eysturoyartunnilin førir í øllum førum til Klaksvíkar
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
01.12.2020 23:00
Hvat.fo
Í avkoyringini í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, sum fer kemur upp á Rókini, stendur stórt og vakurt skelti: “Klaksvík”.
Tunnilin er ikki latin upp enn, men á sosialu miðlunum hevur verið kjak verið um hetta síðani myndirnar hjá Ólavi Frederiksen komu á Portalin í gjárkvøldið.
- Hví í Guðs grøna garði skal Klaksvík standa sum ein valmøguleiki í einum tunli, sum undir Saltnesgrynnuni gevur tvinnar valmøguleikar, ið eru Strendur ella Runavík, skrivar ein Facebook-brúkari spyrjandi.
Ein vildi hildið, at tað átti at staðið Runavík ella Strendur á skeltinum, men tað ger tað ikki.
Men gamaní, alllir vegir føra til Klaksvíkar - og til Viðareiðis.
Hendan avkoyringin førir til Strendur (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald