back-icon

25.09.2020 21:22

Føroya Bjór sendi KÍ-leikarunum eina heilsan

KÍ-leikararnir vóru forkelaðir á busstúrinum norð til Klaksvíkar í gjár

(Mynd: Norðlýsið)
25.09.2020 21:22 Sverri Egholm

Ein fitt heilsan kom í gjárkvøldið frá lokala bryggjarínum til KÍ-leikararnir, sum í Havn settu georgisku meistararnar Dinamo Tbilisi uppá pláss við 6-1 sigri. Danska Ekstrablaðið hevur skrivað um bragdið, og í samrøðu við blaðið, greiðir danski miðverjin Jesper Brinck frá hendingunum eftir dystin.

- Tá vit koma inn í skiftingarrúmið fáa vit at vita, at tá vit koma til Klaksvíkar, standa fjeppararnir klárir við Djúpumýrar. Eg hugsaði “okay, so koma tað kanska eini 50 fólk, sum ynskja at siga hey”, sigur Jesper Brinck.

[object Object](Mynd: Norðlýsið)

Men tað var nakað heilt annað, sum KÍ leikararnir møttu, tí tá bussurin kom til húkin vóru teir møttir við einari rúgvu av neyðblussum, og við Djúpumýrar var eisini gott lag og sangur. Men hann greiðir frá, at túrurin til Klaksvíkar eisini var góður. Ein pakki frá Føroya Bjór kom eftir øllum at døma væl við.

- Vit fingu lokala bryggjaríið í Klaksvík at koma við ølið til okkum í Havn. Tað er hóast alt ein tími at koyra, bara fyri at koma við øl til okkara, greiðir Jesper Brinck Ekstrablaðnum frá.

Tað eru fyrimunirnir tá man hevur lokalt bryggjarí, sigur hann.

Hvussu nógv øl talan var um, sigur søgan einki um.

KÍ spælir næsta hósdag móti Dundalk í írska høvuðsstaðnum Dublin play-off dyst um at koma víðari til bólkaspælið í Europa League.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald