back-icon

13.06.2020 09:00

Føroyar fara neyvan niður aftur í ferð um korona ger comeback

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at seta nøkur "scenario" upp um, hvussu tað skal bera seg at, um vit aftur fáa nýggjar tilburðir av korona í Føroyum

Tinganes (savnsmynd)
13.06.2020 09:00 Jens Hákun Leo

Landsstýrið fyrireikar seg í hesum døgum uppá, hvussu tað skal fyrihalda seg, um korona aftur fer at gera um seg í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er andlitið úteftir hjá landsstýrinum. Hann upplýsir, at landsstýrið arbeiðir í løtuni við at seta nøkur "scenario" upp um, hvussu tað skal bera seg at, um vit aftur fáa nýggjar tilburðir av korona í Føroyum.

Løgmaður vissar føroyingar um, at landsstýrið veit nógv meira um Covid-19 nú, enn tað gjørdi fyrr í ár.

-  Vit hava lært eina rúgvu hesar mánaðirnar, og vit eru nógv betur før nú, enn vit kanska vóru tá, at handla so gott og so trygt sum til ber til tess at avbyrgja smittuna, sigur hann.

Løgmaður ger greitt, at um so er, at smittan kemur aftur til landið, so fer landsstýrið helst at handla eitt sindur øðrvísi, enn tað gjørdi í mars.

[object Object]

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í mars gjørdi landsstýrið av at seta samfelagið niður í ferð, eftir at tann triði persónurin hevði fingið staðfest smittuna tann 12. mars.

Løgmaður slær fast, at tað verður neyvan soleiðis nú, at landsstýrið fer at lata alt samfelagið niður aftur, um vit aftur fáa tríggjar smittutilburðir.

 - Í mars róptu øll, "hvar er løgmaður, hvar er løgmaður, hví traðkar hann ikki fram". Tá søgdu vit, at "enn eru bara tvey smittaði í Føroyum", og onkur serfrøðingur vildi eisini vera við, at smittan ikki fór at koma til Føroya.

- Tá var tað, at vit søgdu "Ókey, tá tann triði persónurin verður smittaður, tá hava vit ein tíðindafund, har løgmaður traðkar fram". Og tað gjørdu vit so eisini tann sama morgunin, sum tann triði smittutilburðurin varð staðfestur.

- Men tað verður neyvan soleiðis nú, at vit fara at lata alt samfelagið niður, um vit aftur fáa trý smittaði, slær løgmaður fast.

Landsstýrið fer framyvir at hava ta somu strategiina, sum tað hevur havt inntil nú, viðvíkjandi tí at avbyrgja og niðurberja. Tey, sum eru smittað, verða sett í sóttarhald, og tað verður eisini galdandi fyri tey, sum hava verið í samband við tey, sum hava verið smittaði. Hetta er fyri at steðga eini spreiðing av koronavirusinum í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald