back-icon

26.03.2020 20:23

Føroyar liggja nummar 87 á Koronalistanum

Føroyar hava staðfest 140 koronatilburðir og liggja beint frammanfyri Réunion á 88. plássi og beint aftanfyri Kýpern á 86. plássi

Mynd: Sverri Egholm
26.03.2020 20:23 Jens Hákun Leo

Føroyar liggja í skrivandi løtu nummar 87 á listanum yvir lond við flest staðfestum koronatilburðum.

198 lond eru á listanum hjá Portalinum, sum er frá Worldometer.

Føroyar hava staðfest 140 koronatilburðir og liggja beint frammanfyri Réunion á 88. plássi og beint aftanfyri Kýpern á 86. plássi. Réunion hevur staðfest 135 koronatilburðir, meðan hetta talið hjá Kýpern er 146.

Hóast Føroyar liggja heldur ovarlaga á listanum, so skal hædd takast fyri, at Føroyar eru ímillum tey londini í heiminum, sum gera flest koronaroyndir per íbúgva.

Føroyar eru eitt av 12 londum í Evropa, har tað enn ikki er staðfest, at nakar er deyður av koronavirusinum.

Hini 11 londini og sjálvstýrandi økini eru Lettland, Slovakia, Malta, Hvítarussland, Georgia, Monako, Liktinstein, Grønland, Isle of Man, Gibraltar og Vatikanið.

524.007 fólk kring knøttin hava higartil fingið staðfest koronavirus, meðan talið á deyðum er 23.670.

Topp 10 yvir lond við flest staðfestum koronatilburðum sær soleiðis út:

1. Kina, 81.285
2. Italia, 80.589
3. USA, 80.071
4. Spania, 56.197
5. Týskland, 43.646
6. Iran, 29.406
7. Frakland, 29.155
8. Sveis, 11.712
9. Bretland, 11.658
10. Suður Korea, 9.241

Topp 10 yvir lond við flest staðfestum koronarelateraðum deyðsføllum sær soleiðis út:

1. Italia, 8.215
2. Spania, 4.145
3. Kina, 3.287
4. Iran, 2.234
5. Frakland, 1.696
6. USA, 1.163
7. Bretland, 578
8. Niðurlond, 434
9. Týskland, 262
9. Belgia, 220

Síggj allan listan her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald