back-icon

27.06.2021 23:16

Føroyar og Vígdis við í pínliga Klovn

Vígdis Hentze Bjørck er við í nýggjasta partinum av Klovn. Frank og Ragnhild úr Føroyum fella í prát ein morgunin

(Skíggjamynd: TV2 Play)
27.06.2021 23:16 Hvat.fo

Føroyar hava ein leiklut í nýggjasta partinum av Klovn, sum kom út í dag. Hvønn sunnudag er nýggjur Klovn-partur tøkur á TV2 Play, og hesaferð er ríkisfelagsskapurin og Føroyar við.

Vígdis Hentze Bjørck, sum vit kenna frá dansi og filmi seinastu árini, hevur leiklutin sum Ragnhild úr Føroyum.

[object Object](Skíggjamynd: TV2 Play)

Ein morgunin hittir hon Frank á súkklu, og tey fella í prát bæði. Prátið, sum í mestan mun snýr seg um súkkluna hjá Frank, “Raleigh Tourist De Luxe”, gongur so mikið væl, at Frank fær sær frí eitt sindur fyrr enn ætlað, fyri at hitta sjarmerandi føroysku kvinnuna aftur seinni sama dag.

[object Object](Skíggjamynd: TV2 Play)

Sum tað jú altíð er við Klovn, so endar tað við at blíva tarnakrympandi. Frank, sum hevur tað fyri at altíð koma í pínligar støður, og Ragnhild súkkla um kapp. Sjálvsagt kemur Mia, kona Frank, framvið og spyr hvat gongur fyri seg.

Vígdis Hentze Bjørck spældi ein av høvuðsleiklutunum í svenska filminum, “Fågelfangarens son”, sum var tikin upp í Føroyum og sum kom út í 2019, og hon stendur eisini at hava ein leiklut í Trom sendirøðini.

Nýggja umfarið av Klovn sæst sum nevnt á TV2 Play.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald