back-icon

31.07.2020 18:53

Føroyingar alt annað enn nøgdir við kabarettina

Meðan ummælarar lata væl at Ólavsøkukabarettini, so tykist tann meinigi føroyingurin ikki líka so bergtikin av ársins kabarett

Ólavsøkukabarettin 2020 (Skíggjamynd)
31.07.2020 18:53 Jens Hákun Leo

Ummælarar og leikfólk eru ikki á einum máli um góðskuna á Ólavsøkukabarettini, sum varð leikstjórnað av Andriasi Høgenni og send í Sjónvarpinum ólavsøkuaftan.

Portalurin gav kabarettini 4 av 5 P'um, meðan royndu sjónleikararnir Arnfinnur Heinesen og Pætur Marjunarson Dahl góvu henni nógv rósandi orð á vegnum í ólavsøkusendingini í Kringvarpinum.

- Hon er ekstremt væl skrivað og hevur fingið ein góðan fyrimun av tí skítklikkaða og skeiva humorinum hjá Andriasi Høgenni, segði Arnfinnur Heinesen, meðan Pætur Marjunarson Dahl helt fyri, at "hetta er ein klassisk, góð ólavsøkukabarett."

Heilt so góða viðgerð hevur kabarettin tó ikki fingið frá tí meiniga føroyinginum, sum viðmerkir inni á Portalinum.

Ein persónur heldur, at "hatta var ein forkølað korona-kabarett." 

Viðkomandi persónur skilir ikki, at "nakar hevur nakað rósandi at siga um hatta skvaldrið."

Ein annar persónur fortelur, at hon flenti ikki eina ta einastu ferð undir kabarettini.

- Professionellir sjónleikarar í hópinum umframt professionellur leikstjóri. Tit hava evnini, so hatta kunnu tit gera betri, sigur viðkomandi.

Sami persónur leggur dent á, at okkurt var tó undirhaldandi.

- Hasi teknaðu skeltini, sum tit bóru inn á pallin, riggaðu væl. Tit dugdu eisini væl at herma eftir Jógvani Skorheim og løgmanni. Tónleikurin riggaði væl og gav kabarettini nakað eyka, sigur viðkomandi.

Onnur eru minni diplomatisk.

- Sera vánalig kabaret. Eg flenti so ongantíð. Tá mann hugsar um, at hon bleiv send út í øll heim í Føroyum - flóvisligt, sigur ein.

- Hatta var stór skomm at senda út um Føroya land. Sooooooo vánaligt. Havið ikki orðið, sigur ein annar.

- Hatta var so vánaligt. Tað var ordiliga flóvisligt. Hatta átti at verðið gjørt nógv betri, áðrenn tit hættaðu tykkum at framføra slíkt, har øll í Føroyum høvdu møguleika at fylgja við í sjónvarpinum, sigur ein triði.

Ein fjórði persónur finnist at karaktergevingini hjá Portalinum og spyr, um ummælarin hjá Portalinum og hann hava hugt eftir somu kabarett-sending. Viðkomandi leggur afturat: "Eg hevði væntað mær meira av sending, sum gjøgnum KVF bleiv send út í øll heim í Føroyum."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald