back-icon

27.06.2020 10:00

Føroyingar grammir eftir vørum frá Loyndini í koronatíðini

Tey í Loyndini hava vanliga einar 60 bíleggingar um mánaðin, men í mai mánaði, tá ið Føroyar høvdu verið afturlatnar í tveir mánaðir, høvdu tey 140 bíleggingar

Mynd: visualhunt.com
27.06.2020 10:00 Jens Hákun Leo

At landamørkini lótu aftur í mars mánaði í sambandi við koronasmittuna, kom væl við hjá nethandlinum Loyndini, sum selur mangt og hvat, ið hevur sum endamál at stimbra sexlívið hjá pørum og fólki sum heild.

Tey í Loyndini hava vanliga einar 60 bíleggingar um mánaðin, men í mai mánaði, tá ið Føroyar høvdu verið afturlatnar í tveir mánaðir, høvdu tey 140 bíleggingar.

Tey í Loyndini greiða frá, at sølan eksploderaði, tá ið landamørkini lótu aftur.

- Sølan var fleiri ferðir so stór sum vanligt. Vanliga hava vit um 60 bíleggingar um mánaðin, men tá ið mest var í mai mánaði, høvdu vit 140 bíleggingar.

[object Object]

(Mynd: visualhunt.com)

- Slagið av keyptum vørum var tað sama sum áðrenn koronatíðarskeiðið, men vit sóu tó ein tendens av eini øktari sølu av hítum hetta tíðarskeiðið. Ein annar tendensur er, at vit seldu meira av dýraru vørunum, meðan landið var afturlatið, upplýsa tey í Loyndini.

Tey leggja afturat, at tá ið landamørkini lótu upp aftur, minkaði sølan aftur sama dag. Sølan fór tá niður aftur á sama støðið sum áðrenn, siga tey.

Koronatíðin var ikki bara gleði og gaman fyri tey í Loyndini. Hon hevði eisini sínar avbjóðingar við sær.

- Eftirsum at tað eisini tók nógv longri tíð at fáa vøru til landið skjótt, var goymslan eisini tóm tað eina tíðarskeiðið. Vanliga fáa vit vøru frá heilsøluni við flogfrakt. Men vegna minni kapasitet bleiv øll vøran umskipað til skipsfrakt. Vanliga hava vit vøruna fimm dagar, eftir at vit hava bílagt hana, men í koronatíðini kundi tað taka upp til tríggjar vikur, upplýsa tey í Loyndini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald