Føroyingar skulu ikki vænta at fáa MobilePay enn á sinni
Í gjár bórust tíðindini, at grønlendingar nú fáa høvi at brúka gjaldingarmøguleikan, MobilePay. Tað kemur helst at ganga rúm tíð, áðrenn føroyingar eisini fáa henda møguleika
Sum kundi hjá størsta grønlendska veitaranum, Tele-Post, fer nú at bera til at fáa knýtt grønlendska telefonnummarið at einum donskum, sum ger, at ein harvið kann stovna eina kontu á MobilePay.
Meðan nógvir grønlendingar kunnu fegnast um hesi tíðindi, mugu føroyingar eftir øllum at døma bíða við tolni í eina tíð afturat, áðrenn teir eisini fáa høvi at nýta MobilePay.
Les meira: Grønlendingar fáa MobilePay (portal.fo)
Í 2016 fór BankNordik upp í eitt nýtt samstarv, sum skuldi gera tað møguligt hjá kundum bankans at brúka MobilePay.
Men enn er einki MobilePay komið til Føroya.
Les meira: BankNordik uppí MobilePay-samstarv (portal.fo)
Árni Ellefsen, forstjóri og BankNordik og formaður í felagnum Føroyskir Peningastovnar, vísir á, at tvær avbjóðingar mugu loysast, áðrenn vit kunnu fáa MobilePay til Føroya.
Tann fyrra avbjóðingin er at knýta føroyska nummur at donskum, meðan tann seinna er av politiskum slag og snýr seg um, at ein verður noyddur at hava eitt danskt CPR-nummar, um ein ætlar sær at stovna eina kontu á MobilePay.
- Í Grønlandi hava øll eitt CPR-nummar, men so er ikki í Føroyum, og um føroyingar skulu hava Mobile-Pay, so mugu teir sum nú er hava eitt danskt CPR-nummar, sigur Árni Ellefsen.
- Mugu fáa avtalu við televeitara
Árni Ellefsen leggur dent á, at tá tað kemur til avbjóðingina við at knýta føroysk nummar at donskum, so mugu bankarnir fáa í lag eina avtalu við ein føroyskan televeitara um hetta.
- Vit hava ikki fingið eina slíka avtalu í lag enn, men eg kann sum formaður í "Føroyskir Peningastovnar" upplýsa, at vit í felagnum koma at hava ein fund um hetta innan 14 dagar. Vit koma tá at tosa um hetta internt, um vit møguliga skulu tosa við ein televeitara.
- Og vit koma tá eisini at tosa um avbjóðingina við CPR-numrunum, leggur Árni Ellefsen afturat.
Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka, upplýsir, at Betri Banki ikki hevur nakrar ætlanir í løtuni um at gera tað møguligt hjá kundum bankans at nýta MobilePay.
- Hetta er ikki nakað, vit hava kannað nýliga. Vit høvdu forhandlingar fyri eini fýra-fimm árum síðan um hetta, men tá datt tað niðurfyri, tí at tað var ov dýrt at fáa fatur á, og vit hava so ikki havt tað uppi at venda aftur nýliga, sigur Jean Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald