back-icon

15.08.2021 21:27

Føroyingar við í Ex on the Beach

Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg við í umstríddari realitysending

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

15.08.2021 21:27 Hvat.fo

Tað hevur gingið sum slatur í rúma tíð, men í dag er greitt, at Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg úr Havn luttaka í donsku realitysendingini Ex on the Beach.

Tveir partar av realitysendingini, sum má sigast at vera eitt stig villari enn Paradise Hotel, eru í dag komnir út á stroymingartænastuna Discovery+, og her síggjast bæði Teitur Skoubo og Teresa Ovenberg.

Teit hava vit sæð í donskum reality áður. Hann vann Paradise Hotel í 2019, og í fjør luttók hann í Singletown.

[object Object](Mynd: Discovery+)

Teresu hevur ikki verið at sæð í reality áður, men við sínum mongu fylgjarum á Instagram, er hon kend millum tey ungu í Føroyum.

[object Object](Skíggjamynd: Discovery+)

Ex on the Beach er eitt sindur øðrvísi enn Paradise Hotel. Tað er eingin vinnari, og fleiri av luttakarunum, sum savnast í stórum summarhúsi á Gran Canaria í nakrar vikur, eru fyrrverandi unnustar ella ástarvinir.

[object Object]Teitur á stevnumøti við einari gamlari flammu (Mynd: Discovery+)

Hetta leggur upp til drama og spenning millum luttakararnar, tí nøkur teirra hava framvegis kenslur fyri hvørjum øðrum.

Luttakararnir eru vanliga ikki bangnir av sær, og tað kemur meira enn so fyri at ymiskt hendir undir dýnuni.

Í fyrstu partunum sum komu út í dag, síggja vit einans Teit, men tað er greitt at Teresa kemur inn í sendingina seinni. Hon sæst á brellbitunum, tá sendingin byrjar.

Ex on the Beach sæst á Discovery+.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald