back-icon

11.09.2020 10:57

Føroyska landsliðið ballaðist til tann ljósa morgun

Sambært Tipsblaðnum vórðu sigrarnir móti Malta og Andorra feiraðir í Aalborg

(Mynd: Jens Kr. Vang)
11.09.2020 10:57 Hvat.fo

Orsakað av nógvum vindi í Vágum sunnukvøldið, endaði føroyska A-landsliðið hjá monnum í Aalborg. Tveir sigrar á rað er ikki dagligur kostur hjá Føroyum, og hetta varð feirað við kortspæli og øli til langt út á morgunin, skrivar Tipsblaðið, sum endurgevur svenska Fotbollskanalen.

- Tað bleiv sungið “Sweet Caroline”, og tað var dansur í umklæðingarrúminum. Eftir tað var ein busstúrur upp á tríggjar tímar úr Andorra til Barcelona, og so var ætlanin at flúgva heim.

- Men sum tað er í Føroyum viðhvørt, so var tað nógvur vindur av suðri tá vit skuldu lenda, og tí lógu vit nátt í Aalborg. Tað vóru fleiri, sum spældu kort og drukku øl til klokkan fimm um morgunin, sigur Håkan Ericson við Fotbollskanalen.

Føroyska landsliðið vann sum kunnugt 3-2 móti Malta á Tórsvølli hósdag, og fekk ein tryggan 1-0 sigur í hús móti Andorra í lítla fjallalandinum sunnudagin seinnapartin.

Hópurin lendi í Vágum seinnapartin mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald