Fría mikrofon í 7 minuttir og 25 sekund - eingin kritiskur spurningur
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ilskast inn á Kringvarpið. Fýra fólk skuppu at tosa frítt í Degi og viku uttan at nakar kritiskur spurningur var settur
Í 7 minuttir og 25 sekund fáa fýra fólk, sum øll eru samd, fría mikrofon, har eingin kritiskur spurningur verður settur.
Tað er sambært Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, ikki gott nokk. Hann sipar til innslag í Degi og viku, har tvey foreldrapør ynskja rættindi til síni børn, sum eru samkynd.
- Tað verður vanliga roknað sum ein óskikkur í journalistikki. Tú skalt ikki lata nakran sleppa at bera síni sjónarmið fram, uttan at geva mótspæl – annaðhvørt við kritiskum spurningum, ella við at lata onkran ósamdan sleppa at svara, skrivar Helgi Abrahamsen í støðudagføring á Facebook.
Hetta hevur elvt til kjak á tránum. Millum annað spyr framsóknar tinglimurin Bjarni Kárason Petersen, um tað er vanligt at føra kritiskan journalistikk, tá man ger samrøðu við vanligar stúrandi borgarar.
- Hví skulu fólk ikki fáa kritiskar spurningar - ella fáa mótspæl frá øvugta sjónarmiðinum. Føroyingar eru ósamdir um hatta evnið, og tað kann ikki vera rætt, at Kringvarpið lovar øðrum sjónarmiðinum framat og ikki hinum, skrivar Helgi Abrahamsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald