back-icon

12.04.2020 08:00

Fyri 80 árum síðan komu hesir til Føroya

Operation Valentine var navnið á bretsku hersetingini í Føroyum, sum vardi í meira enn fimm ár

12.04.2020 08:00 Jens Hákun Leo

Tað eru í dag 80 ár, síðan bretska hersetingin í Føroyum undir seinna heimsbardaga byrjaði.

Operation Valentine var navnið á hersetingini, sum vardi í meira enn fimm ár.

Bretar hertóku Føroyar, eftir at Týskland hevði hersett Danmark tríggjar dagar frammanundan - tann 9. apríl 1940.

Tann 11. apríl 1940 helt bretski forsætisráðharrin Winston Churchill røðu í bretska undirhúsinum, har hann viðgjørdi støðuna í Norðurlondum.

Í røðuni segði Churchill millum annað:

- Vit eru eisini í hesi løtu í ferð við at herseta Føroyar, sum hoyra til Danmark og sum hermálsliga eru av stórum týdningi, og hvørs fólk hevur hug at taka hjartaliga ímóti okkum. Vit skulu verja Føroyar móti øllum harðskapi, ið stendst av krígnum, og vit fara at brynja okkum væl út til sjós og í luftini, til tann løtan kemur, tá ið vit fara at lata oyggjarnar aftur til eitt frælst Danmark, sum er loyst úr hørðu kúganini, tað er komið í av týska áganginum.

Um middagsleitið tann 12. apríl 1940 komu tveir enskir oyðarar á Havnina. Tveir yvirmenn komu í land og fyrireikaðu myndugleikarnar upp á ta komandi hersetingina. Oyðararnir fóru avstað aftur, men longu dagin eftir komu teir aftur, hesuferð saman við tveimum vápnaðum trolarum og krússaranum Suffolk. Nú komu tann nýggi enski konsulin, Frederic Maston og T.B.W. Sandall oberstur í land. Teir hildu stuttan fund við amtmannin og løgtingsformannin, sum handaðu teimum formlig mótmæli í góðsemju, og sostatt var Operation Valentine, bretska hersetingin av Føroyum, veruleiki.

16. mai 1945 endaði bretska hersetingin í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald