back-icon

19.08.2020 13:30

Gestablíð Madonna bjóðar kannabis til føðingardagsveitslu

Madonna feiraði 62-ára dagin hjá sær við manér á karabisku oynni Jamaika

(Mynd: Madonna/Instagram)
19.08.2020 13:30 Jens Hákun Leo

Hýrurin var góður á Madonnu, tá hon í vikuskiftinum helt sín 62-ára føðingardag á karabisku oynni Jamaika.

Amerikanska songkvinnan, sum gjørdist heimskend í 1980-unum við songum sum "Borderline", "Like a Virgin" og "Material Girl", gjørdi ikki mætari enn at halda føðingardagin tvey kvøld á rað.

Hetta skrivar millum annað The Independent.

[object Object]

(Mynd: Instagram/Madonna)

Millum tey, sum vóru við til føðingardagsveitslurnar hjá Madonnu, var 25-ára gamli unnustin hjá henni, Ahlamalik Williams, og fimm av hennara seks børnum - Lourdes (23 ár), David Banda (14 ár), Mercy James (14 ár) og tvíburðarnir Estere og Stelle (7 ár).

Madonna var gestablíð og bjóðaði gestunum hjá sær kannabis.

Á einari mynd á Instagram skrivar songkvinnan, sum altíð hevur verið kend fyri at vera umstrídd, "vælkomin til Jamaika", meðan hon hevur eina joint í munninum og ein tallerk fullan av kannabis. 

[object Object]

(Mynd: Instagram/Madonna)

Á eini aðrari mynd heldur Madonna um unnustan Ahlamalik, og á eini triðju mynd heldur hon um dóttir sína Lourdes. 

[object Object]

[object Object]

(Myndir: Instagram/Madonna)

Á eini fjórðu mynd sæst Madonna gera seg til reiðar áðrenn føðingardagin. Til hesa myndina skrivar Madonna: "Resting Birthday Bitch Face."

[object Object]

(Mynd: Instagram/Madonna)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald