back-icon

03.07.2020 12:03

Ginn Joga og Stand Up Paddle í Sandagerði í morgin

Í morgin verður fyrsta "Summar í Havn" tiltakið á skránni í høvuðsstaðnum. Tiltakið verður hildið í Sandagerði, og tað kemur at innihalda mangt og hvat til bæði børn og vaksin

(Mynd: torshavn.fo)
03.07.2020 12:03 Jens Hákun Leo

Í morgin verður fyrsta "Summar í Havn" tiltakið á skránni í høvuðsstaðnum.

Tiltakið verður hildið í Sandagerði, og tað kemur at innihalda mangt og hvat til bæði børn og vaksin, upplýsir Tórshavnar kommuna.

Koronavirusið hevur broytt gerandisdagin hjá fólki grundleggjandi, og nú summarætlanirnar hjá mongum helst eru broyttar av tí sama, so hevur Tórshavnar kommuna sett sær fyri at veita fólki undirhald í summarfrítíðini.

Nógv spennandi er á skránni í morgin:

- Gakk á línu – Klárar tú at ganga yvir um ánna uttan at detta niður í vatnið?
- Flogbóltur á sandinum – Finnið saman tvey og tvey og dystist á sandinum!
- Ginn Joga - Gløsini verða fylt og mátturnar rullaðar út í Sandagerði.
- Stand Up Paddle - Leiga SUP bretti í Sandágerði og stuttleika tær á sjónum.

Umframt alt hetta ber til at dyppa í sjónum, stuttleika sær við spølum ella bara at njóta løtuna undir litríku sólskjólunum á sandinum afturvið góðum tónum úr hátalarunum, sigur Tórshavnar kommuna.

Tað er Visit Tórshavn, sum er fyriskipari av tiltakinum, sum byrjar klokkan 10 í morgin.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

200 uppskot komu inn

Ætlanin er at hava eitt líknandi tiltak onkran leygardag seinni í summar, verður upplýst.

Tá verður tiltakið møguliga aðrastaðni í býnum. Fyribilsætlanin er at hava nakrar aktivitetir runt ymsastaðni í býnum, eitt nú á Vaglinum og í Vágsbotni, siga tey í kommununi.

Tórshavnar kommuna meldaði út í mai mánaði, at hon vildi gera sítt til, at møguleikarnir í høvuðsstaðnum skuldu verða nógvir og góðir, so at fólk kundu njóta frítíðina, sum stendur fyri framman í býi, á bygd og í náttúruni.

Kommunan eggjaði fólki til at koma við hugskotum um, hvat kommunan skuldi bjóða í summar.

Les meira: Havnarfólk vilja hava grillir og hitapottar í Sandagerði

Kommunan skrivar í dag, at knappliga 200 uppskot komu inn, og at stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann gerast í Sandagerði, nú nógv fara at halda summarfrí í høvuðsstaðnum í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald