back-icon

06.05.2020 17:00

Hava nú møguleikan at verða seldir uttanlanda

Møguleikin fyri, at ungir føroyskir leikarar verða seldir til útlendsk feløg, fer at økjast, nú TV2 Norge fer at seta ljóskastaran á Betri Deildina, metir fótbóltsjournalistur

Mynd: Sverri Egholm
06.05.2020 17:00 Jens Hákun Leo

Betri Deildin byrjar aftur í vikuskiftinum, og tríggir av teimum fimm dystunum, sum standa á skránni, verða vístir á TV2 Norge.

Jákup Ósa, fótbóltsjournalistur á Norðlýsinum og Bolt.fo, metir, at áhugin ímillum norðmenn, og serliga norskar fótbóltsagentar, fyri føroyskum fótbólti fer at vaksa munandi, nú tað fer at bera til hjá teimum at síggja dystir í Betri Deildini.

[object Object]

Væntandi er, at minst 10.000 norðmenn fara at fylgja við, tá 1. umfar verður skotið í gongd leygardagin.

Harundir er eisini sannlíkt, at áhugaðir keyparar úr Noregi koma at fylgja við.

Jákup Ósa vísir á, at tann norski áhugin kann koma til teimum leikarum til góðar, sum vilja sleppa út um landoddarnar at spæla. Møguleikin fyri, at ungir føroyskir leikarar verða seldir til útlendsk feløg, fer í øllum førum at økjast, nú TV2 Norge fer at seta ljóskastaran á Betri Deildina, heldur hann.

- Leikarar sum til dømis Petur Knudsen frá NSÍ, Meinhard Olsen frá B36 og Jóannes Bjartalíð frá KÍ hava allir sum mál at sleppa uttanlands at spæla. Fyri teir tríggjar, og fyri aðrar evnaríkar leikarar í Føroyum, kann tað tí verða spennandi, at teir sleppa at vísa seg fram í norskum sjónvarpi, sigur fótbóltsjournalisturin.

Vandi fyri lágum støði

Tað kann tó vera ein vansi, at føroyskur fótbóltur verður vístur fram fyri umheiminum beint nú.

- Tá talan er um 1. umfar, so er støðið altíð eitt sindur lægri, enn tá talan er um eitt nú 11. ella 12. umfar. Uppá tann mátan kann tað vera eitt sindur keðiligt, at vit skulu vísa norðmonnum føroyskan fótbólt beint nú. Serliga tá støðan er sum hon er nú.

- Koronakreppan hevur lagt alt landið lamið, og fótbólturin hevur ligið stillur í tveir mánaðir, og vit kunnu tískil rokna við, at støðið til hetta 1. umfarið verður enn lægri, enn tað er til eitt "vanligt 1. umfar", sigur Jákup Ósa.

Tað er ikki tí, at føroyingar ikki hava prógvað seg áður yvirfyri norðmonnum í fótbóltshøpi.

[object Object]

- Gilli Rólantsson Sørensen, til dømis, hevur staðið seg sera væl við Brann í bestu deildini í Noregi, og um vit fara aftur til 2014, so sló Víkingur Tromsø út úr Europa Leauge. 

- Harumframt hava eisini aðrir føroyskir leikarar, so sum Meinhard Olsen, Rógvi Baldvinsson, Jóan Símun Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad, spælt í Noregi hesi síðstu árini, og Føroyar hava sum heild havt nógv sambond við Noreg í nýggjari tíð, tá tað kemur til fótbólt.

- Fyri summar av liðfeløgunum hjá Gilla á landsliðnum kann tað eisini verða gott, at teir sleppa at vísa seg fram á TV2 Norge, havandi í huga sambondini hjá Gilla í Noregi, og somuleiðis kann tað verða gott fyri ungar leikarar, sum kunnu nakað serligt, leggur fótbóltsjournalisturin dent á.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald