back-icon

05.05.2020 11:58

Havnarfólk vilja hava grillir og hitapottar í Sandagerði

Tórshavnar kommuna fær í hesum døgum uppskot í hópatali frá borgarum um, hvat kommunan skal bjóða í summar

Mynd: Sverri Egholm
05.05.2020 11:58 Jens Hákun Leo

Tórshavnar kommuna hevur meldað út, at hon fer at gera sítt til, at møguleikarnir í høvuðsstaðnum verða nógvir og góðir, so at fólk kunnu njóta frítíðina, sum stendur fyri framman í býi, á bygd og í náttúruni. 

Hetta hevur kommunan gjørt, nú tað er líkt til, at flestallir føroyingar verða heima í Føroyum í summar, og nógv tí eisini fara at halda summarfrí í høvuðsstaðnum í ár.

Tórshavnar kommuna eggjar fólki til at koma við hugskotum um, hvat kommunan skal bjóða í summar.

Higartil hava nógv fólk tikið kommununa upp á orðið.

Kommunan upplýsir, at nærum 100 fólk hava higartil sent inn uppskot til kommununa.

Enn hevur kommunan ikki sett nakra upphædd av til átakið, men nøkur fólk frá kommununi fara í næstum at viðgera, hvørji uppskot skulu fremjast í verki.

Millum uppskotini, sum higartil eru komin inn, eru:

- Setið eitt klaver onkrastaðni í býnum, har man kann seta seg og spæla ein góðan
- Setið grillir og hitapottar upp í Sandagerði
- Bjóðið fólki at rudda Tórshavnar kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald