back-icon

24.06.2020 13:34

Helgi hartar KVF fyri innslag um TROM

Helgi Abrahamsen slær fast, at hann sjálvandi ynskir, at TROM verður tikið upp í Føroyum

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
24.06.2020 13:34 Jens Hákun Leo

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, er ónøgdur við innslagið við innslagið, sum var í Degi og Viku í gjárkvøldið um filmsrøðina TROM, har hann var endurgivin fyri at siga, at hann ikki kundi játta fýra milliónir krónur til verkætlanina.

Helgi Abrahamsen førir fram í einum lesarabrævi í dag, at journalisturin hjá Kringvarpinum hevur brúkt ein setning burtur úr tí samlaðu heildini fyri at siga nakað, sum ikki er sannleiki. Hann slær fast, at hann sjálvandi ynskir, at TROM verður tikið upp í Føroyum.

- Í upptøkunum til innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið greiddi eg frá allari hesari gongdini. Eg segði, at eg sum landsstýrismaður við vinnumálum havi stóran áhuga í at fáa nýggjar vinnur at virka í Føroyum, og at filmsframleiðsla altíð hevur havt mín stóra áhuga. Eg greiddi eisini frá royndini, sum eg hevði gjørt at fáa pengar játtaðar á eini eykajáttanarlóg. Í tí sambandinum segði eg, at tað er altíð keðiligt at byrja uppá nakað nýtt við eini eykajáttan - og so var tað, at eg segði: tí hvat um onkur annar biður um 25 milliónir í morgin?

- Og júst henda setningin valdi Rólant (Waag Dam, red) í Kringvarpinum at brúka fyri at siga hyggjarunum, at hann nú hevði fingið fatur á einum landsstýrismanni, sum ikki ynskti at stuðla verkætlanini. – "Hann sigur nei til at játta 4 milliónir krónur, tí hvat nú um onkur annar vil hava 25 milliónir?"

- Setningurin varð tikin úr einum øðrum setningi fyri at siga nakað, sum ikki var sannheit, undirstrikar landsstýrismaðurin.

Helgi Abrahamsen heldur ikki, at tað er í lagi, tá ein journalistur leggur fólk undir at hava ætlanir, sum hann veit, at tey ikki hava.

- Tað einasta, sum hann brúkti úr samrøðuni, var brotið, har eg sigi, at eg kann ikki lova pengar, sum løgtingið ikki hevur játtað, og hálva brotið, har eg sigi, "...hvat nú um onkur annar kemur og biður um 25 mió...."

- Eg havi einki ímóti, at journalistar lýsa mál við kritiskum brillum, men tað er ikki í lagi at leggja fólk undir at hava ætlanir, sum journalisturin veit, at tey ikki hava, slær landsstýrismaðurin fast.

Les alt lesarabrævið hjá landsstýrismanninum her

Í innslagnum í Degi og Viku í gjárkvøldið segði Helgi Abrahamsen millum annað fylgjandi:

- Nú koma hesir og vilja hava fýra milliónir, og hetta er eitt spennandi projekt. Men hvat nú viss onkur annar kemur og biður um 25 milliónir í morgin, til dømis. Mann kann ikki bara opna kassan mitt í einum ári og siga, at nú koyra vit alt avstað.

- Hetta er ein øgiliga spennandi verkætlan, og eg veit ikki akkurát nú, hvat vit fáa gjørt við hetta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald