back-icon

10.08.2020 17:00

Helgi mátti rinda 300 krónur fyri fýra fólk - visti ikki at tey vóru so tung

Helgi Abrahamsen er ikki so fegin um, at hann og familjan hjá honum máttu punga 300 krónur út fyri at sleppa ígjøgnum portrið í Saksun, tá tey vóru har og vitjaðu í vikuskiftinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

10.08.2020 17:00 Jens Hákun Leo

Tað kostar 75 krónur at sleppa oman á Lógv í Saksun, og tey fýra í húsinum hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, máttu tí í alt út við 300 krónum fyri at sleppa ígjøgnum portrið, tá tey vóru har í vikuskiftinum.

Helgi Abrahamsen er alt annað enn bergtikinum av gjaldsportrinum.

- Pengarnir fara, sum eg skilji, til at bøta um tað, sum vit slitu vegin og sandin.

- Eg visti ikki, at vit vóru so tung. Men vit fingu eitt gott upplivilsi. Stíviliga 30 fólk fóru inn um portrið hesa løtuna, meðan vit vóru har, fortelur Helgi Abrahamsen í einum videoklippi, sum hann hevur gjørt frá túrinum.

Í næstum kemur ein nýggj lóg um gongd í haga fyri í løgtinginum.

Í hesi nýggju lógini verða gjaldsportur forboðin, upplýsir Helgi Abrahamsen.

Hetta merkir, at øll gjaldsportur, sum eru sett upp runt umkring í landinum, skulu takast niður aftur.

- Uppskotið skilir ikki ímillum føroyingar og útlendingar, men bert ímillum vinnuliga og ikki-vinnuliga gongu, fortelur landsstýrismaðurin.

Hetta merkir, at tað verður frítt hjá einstaklingum - bæði hjá føroyingum og útlendingum - at ganga í føroysku náttúruni. Harafturímóti skulu størri ferðaløg rinda fyri seg, tá tey gera túrar.

- Bóndin í Saksun hevur eitt gylt høvi, nú tað koma so nógv ferðandi til landið, at bjóða út túrar út túrar av alskyns handa slag, sigur Helgi Abrahamsen, sum ikki heldur, at vegurin út á Lógv er so slitin, at hann krevur pengar frá ferðafólki til viðlíkahald.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald