back-icon

29.07.2020 15:46

Henrik Old følir seg ikki væl í føroyskum klæðum

Henrik Old hevur einki ímóti teimum, sum velja at lata seg í føroysk klæði. Men hann vil ikki gera sum hesi, tí at tað er ikki vanligt í tí umhvørvinum, sum hann er voksin upp í, at ganga í føroyskum klæðum, sigur hann

Henrik Old saman við abbasoninum (Skíggjamynd, Kringvarp Føroya)
29.07.2020 15:46 Jens Hákun Leo

Tað eru eftirhondini tey allarflestu tingfólkini, ið eru í føroyskum klæðum, tá tingið verður sett ólavsøkudag.

Ein av teimum fáu, sum tó ikki ynskir at gera sum øll hini og fara í føroyska búnan, er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum.

Henrik Old sigur, at hann hevur einki ímóti teimum, sum velja at lata seg í føroysk klæði. Men hann vil ikki gera sum hesi, tí at tað er ikki vanligt í tí umhvørvinum, sum hann er voksin upp í, at ganga í føroyskum klæðum, sigur hann.

- Í tí umhvørvinum, sum jeg eri uppvoksin í, hava fólk ikki gingið í føroyskum klæðum. Tað gingu einir tveir menn í bláari húgvu, men tað var tað longsta, nakar strekti sjeg.

- Jeg eri eisini eitt sindur bangin fyri, at viss jeg nú fari at ganga í føroyskum klæðum, at so fara fólk at halda, at "nú er heilt galið við honum".

- Tað er ikki tí, at jeg havi nakað ímóti, at fólk ganga í føroyskum klæðum, men jeg føli mjeg ikki væl at ganga í føroyskum klæðum, tá tú brýtur so nógv frá tí umhvørvi, tú ert uppvoksin í.

- Og jeg haldi heldur ikki, at jeg eri so væl egnaður til at ganga í føroyskum klæðum. Tað er serliga hetta her við tíðini, sum tað tekur at orðna alt hetta forskelliga. Knappar og snørur og alt, segði Henrik Old við Tórð Mikkelsen í Kringvarpinum.

Tá ið ólavsøkuskrúðgongan var í dag, var Henrik Old í eini troyggju frá Snælduni. Hetta dámar honum øgiliga væl.

- Jeg dámi øgiliga væl at ganga í troyggju, og nú eri jeg so heldigur, at jeg fái troyggjur frá Snælduni, fortaldi Henrik Old.

Henrik Old, sum er 73-ára gamal, hevur verið tingmaður í tveimum umførum: frá 1984 til 2008 og frá 2011 til dagin í dag.

Í dag var 32. ferð, at Henrik Old var við í ólavsøkuskrúðgonguni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald