back-icon

12.08.2020 19:00

Hilton á Staravegnum letur upp síðst í september

Um alt gongur, sum tað skal hesar næstu vikurnar, so vóna tey á Hilton Garden Inn Faroe Islands, at tey kunnu lata nýggja hotellið á Staravegnum í Havn upp síðst í september

Hilton Garden Inn á Staravegnum í Havn (Savnsmynd)
12.08.2020 19:00 Jens Hákun Leo

Um alt gongur, sum tað skal hesar næstu vikurnar, so vóna tey á Hilton Garden Inn Faroe Islands, at tey kunnu lata nýggja hotellið á Staravegnum í Havn upp síðst í september.

Hetta upplýsir stjórin á hotellinum, Martin Restorff.

Koronafarsóttin hevur seinkað arbeiðnum við nýggja Hilton-hotellinum nakað, men nú er næstan komið á mál.

- Arbeiðið gongur væl, og vit arbeiða fram ímóti, at hotellið kann lata upp síðst í september. Vit hava ikki sett nakran endaligan dato á enn, men vit vóna, at hotellið kann lata upp tá. Fyrsta hædd er liðug, og nú mangla vit so bara nøkur av kømrunum, fortelur Martin Restorff.

[object Object]

Martin Restorff, stjóri í Hilton Garden Inn Faroe Islands, í miðjuni. Her avmyndaður saman við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways (t.v.), og Niels Mortensen, nevndarformanni í Atlantic Airways (t.h.)

Stjórin á Hilton-hotellinum er bjartskygdur um framtíðina hjá hotellinum.

- Sjálvandi, fólk eru varin í hesum døgum, og hetta kann vera viðvirkandi til, at vit ikki hava fingið tær heilt nógvu bíleggingarnar fyri oktober, november og desember.

- Men í 2021 sær harafturímóti sera spennandi út. Vit hava fingið nógvar fyrispurningar frá fólki og ferðaløgum, sum vilja koma higar. Vit eru eisini partur av eini stórari altjóða ketu, og hetta ger, at framtíðin sær sera bjørt út, heldur Martin Restorff fyri.

Martin Restorff fortelur, at nýggja hotellið á Staravegnum kemur at hava "allar fasilitetir", sum hann málber seg. Harumframt kemur hotellið at hava eina matstovu og eina kafé, sum kemur at vera opin fyri øllum - bæði fyri gestum og fólkum, sum koma inn av gøtuni.

- Eg vil so eisini leggja afturat, at vit taka støðuna við koronasmittuni í størsta álvara. Hilton hevur eitt strangt programm fyri, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til smittuna, og vit koma at gera okkara ítarsta til at fylgja øllum tilmælunum, sum eru, sigur Martin Restorff.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald