back-icon

07.07.2020 16:37

Himmalskur friður í Saksun - festari vónaði ikki at landið lat uppaftur

André Kruse, festari, hevur fingið øgiliga lítið av pengum inn í ár ígjøgnum gjaldsportrið í Saksun, men hetta er hann als ikki keddur av

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
07.07.2020 16:37 Jens Hákun Leo

Lívið í Saksun er ikki tað sama nú, sum tað var fyri ikki so langari tíð síðan.

Ferðafólk streymaðu til Saksunar í hópatali, og á Instagram uddi tað í myndum frá lítlu bygdini.  

Hetta var, áðrenn korona legði nærum alt landið lamið.

Ein, sum ikki saknar tann stóra ferðafólkafólkastreymin, sum hevur myndað Saksun hesi síðstu árini, er André Kruse, festari.

Maðurin, sum setti hitt eftirhondini so tiltikna gjaldsportrið upp oman á Lógv.

Festarin hevur fingið øgiliga lítið av pengum inn í ár ígjøgnum portrið, men hann tykist ikki nevnivert nervaður av hesum.

Heldur tvørturímóti.

- Her hevur verið ein sovorðin himmalskur friður í ár. Tað hevur verið óluksáliga deiligt við bara friði og bygdalívi, sigur André Kruse, tá vit spyrja hann, hvussu lívið í Saksun hevur verið undir koronatíðini.

André Kruse stúrir tó fyri, at alt verður við tað gamla aftur skjótt.

- Tað hevur verið øgiliga friðarligt í ár, og vit hava ikki fingið nógv inn. Tað hevur verið øgiliga lítið, sum er komið inn, og tað, sum er komið inn, er komið nú teir síðstu dagarnar. Tað hevur verið smáttaríir í mun til í fjør, men eg hopaði allíkavæl ikki, at teir (politikararnir, red) fóru at lata landið uppaftur.

- So hetta er helst bara ein skái, áðrenn tað heila aftur verður sum vant, sigur André Kruse, sum upplýsir, at tað einamest hava verið danir, sum hava vitjað í Saksun hesar síðstu vikurnar.

Ætlar at veita túrar til ferðafólk

André Kruse slær fast, at hann hevur ongan málsetning um at fáa so og so nógvar pengar inn ígjøgnum portrið í ár.

- Nei, nei, tað havi eg ikki. Eg njóti bara friðin, sum er í bygdini í løtuni, undirstrikar festarin, sum setti gjaldsportrið í Saksun upp í august í fjør.

Eftir eina viku høvdu fleiri enn 100 fólk goldið við portrið.

[object Object]

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Portrið kom ikki, fyrr enn beint áðrenn sesongin endaði í fjør. Harvið fingu vit ikki so nógv inn tá, og aftaná at turistsesongin endaði, minkaði talið á fólki, sum fóru ígjøgnum portrið, drastiskt, upplýsir André.

Tað kostar 75 krónur at sleppa oman á Lógv í Saksun. Hetta gjald er galdandi fyri bæði føroyingar og útlendingar.

André Kruse hevur ongar ætlanir um at taka portrið burtur aftur, men hann avdúkar, at hann ætlar at veita ymiskar túrar og tænastur til ferðafólk.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald