back-icon

04.10.2022 19:00

Hjørdis royndi at finna sannan kærleika við hjálp frá lygnavdúkara

28 ára gamla Hjørdis Kiara Zachariassen luttekur í sendingini True Love, sum verður send á Discovery+

Hjørdis Kiara Zachariassen á stevnumøti í Italia (Mynd: Discovery+)
04.10.2022 19:00 Sverri Egholm

Enn ein donsk realitysending, og enn ein føroysk lutøka. Í sendingini “True Love” sum verður send á Kanal 5 og Discovery+ luttekur 28 ára gamla Hjørdis Kirara Zachariassen.

Sendirøðin er tikin upp í einm stórum summarhúsum í Italia. Bæði kvinnur og menn búgva saman í húsinum og tey droyma øll um at finna kærleikan.

Tað serliga við hesari sendingini er, at lygnavdúkari verður brúktur fyri at fáa sannleikan fram.

Havnargentan, sum til dagligt býr og lesur í Keypmannahavn, kemur inn í øðrum parti og fær skjótt eitt gott eyga til onkran av biðlunum.

Hjørdis Kiara Zachariassen gjørdist tó ikki drúgv í sendingini. Í fjórða parti stóðu hon og ein onnur uttan partnara, og ruku tískil út.

- Eg iðri meg um, at eg ikki fekk møguleikan at finna ein sum passaði til mín, men eg havi havt nakrar góðar løtur her, segði Hjørdis Kiara Zachariassen.

Nýggir partar koma út hvønn týsdag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald