back-icon

09.07.2020 09:01

Hotel Brandan fingið eina betri byrjan enn væntað

Koronakreppan hevur havt við sær, at ferðavinnan hevur ligið lamin í alt vár, og tí høvdu tey á Brandan ikki tær stóru vónirnar um at fáa tey heilt nógvu vitjandi, nú teir fyrstu gestirnir fingu grønt ljós at koma til landið herfyri

(Mynd: Jens Kr. Vang)
09.07.2020 09:01 Jens Hákun Leo

Tann 1. juli lat nýggja hotellið í Havn, Hotel Brandan á Oknarvegi, dyrnar upp fyri teimum fyrstu gestunum.

Koronakreppan hevur havt við sær, at ferðavinnan hevur ligið lamin í alt vár, og tí høvdu tey á Brandan ikki tær stóru vónirnar um at fáa tey heilt nógvu vitjandi, nú teir fyrstu gestirnir fingu grønt ljós at koma til landið herfyri.

Hóast hetta hevur tað higartil hilnast væl betri, enn tey á Brandan høvdu væntað.

- Higartil hava vit sjálvandi havt munandi færri gestir í mun til upprunaliga málsetningin, sum vit høvdu áðrenn korona, men uppá ta aðru síðuna so hava vit eisini havt væl fleiri gestir, enn vit høvdu væntað at fingið fyri bara tveimum mánaðum síðan, tá landið framvegis lá lamið av korona.

- Vit hava havt ein heilt hampiligan belegning higartil, og vit miðja eftir at fáa eitt gott summar, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Brandan.

[object Object]Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Brandan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pætur Trónd Thomsen upplýsir, at teir flestu gestirnir, sum eru komnir á hotellið higartil, eru úr Norðurlondum og Íslandi.

- Og øgiliga nógvir av teimum eru komnir til landið við Norrönu, leggur hann afturat.

- Tað stutta av tí langa er sostatt, at fólk hava tikið øgiliga væl ímóti hotellinum higartil, og vit fingu eisini eina fantastiska byrjan, tá vit høvdu opið hús herfyri, tá heili 1500 gestir løgdu leiðina framvið at síggja hotellið og umstøðurnar her, sigur Pætur Trónd Thomsen.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald