back-icon

03.08.2020 16:48

Hotel Vágar klárt at traðka til um korona kemur aftur

Í teldupostasamskifti millum Hotel Vágar og Heilsumálaráðið kemur fram, at tey á Hotel Vágum eru klár at hjálpa og hava, um brúk verður fyri tí, umleið 20 kømur tøk á hotellinum

Hotel Vágar (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
03.08.2020 16:48 Jens Hákun Leo

Í síðsta mánað segði landslæknin, eftir at trý ferðafólk høvdu fingið staðfest koronasmittuna, at um tað er møguligt, so verða fólk, sum hava fingið staðfest Covid-19, sett í karantenu, har sum tey búgva, ella har sum tey halda til, meðan tey eru í Føroyum í feriu.

- Annars so hava vit eisini møguleikan at brúka Hotel Vágar, legði Lars Fodgaard Møller afturat.

Les meira: - Vórðu ikki kannað áðrenn tey komu til Føroya

Í teldupostasamskifti millum Hotel Vágar og Heilsumálaráðið, sum vit hava fingið innlit í, kemur fram, at tey á Hotel Vágum eru klár at hjálpa og hava, um brúk verður fyri tí, umleið 20 kømur tøk á hotellinum.

Enn hevur Hotel Vágar ikki verið brúkt til sóttarhaldsbústaðir á hesum sinni, og tí hevur landið heldur ikki rindað nakað til hotellið á hesum sinni.

Heilsumálaráðið upplýsir, at landið hevur ikki aðrar avtalur um sóttarhaldsbústaðir nú í summar.

Ikki neyðugt at avvísa vanligar gestir

Tíðliga í mars, eftir at tann fyrsti Covid-19 tilburðurin í Føroyum varð staðfestur, leigaði Heilusmálaráðið Hotel Vágar. Boð vóru aftur eftir Hotel Vágum tann 7. apríl. Tá bað Heilsumálaráðið um at leiga 16 kømur í 12 dagar.

Heilsumálaráðið rindaði Hotel Vágum í alt 573.346 krónur fyri ómakin í mars og apríl.

Les meira: Brúkt hálvaaðru millión krónur til sóttarhaldsbústaðir

Jenny í Heiðunum, stjóri á Hotel Vágum, sigur í dag, at Hotel Vágar er klárt at hjálpa, um samfelagið fær brúk fyri tí.

- Enn er tað tíbetur ikki aktuelt, men vit traðka sjálvandi til og eru klár at servisera, um ein tørvur skuldi uppstaðið, sigur Jenny í Heiðunum.

Jenny í Heiðunum metir ikki, at tað fer at gerast neyðugt at nokta gestum at gista á hotellinum orsakað av avtaluni, sum hotellið hevur við Heilsumálaráðið.

- Vit vænta ikki, at hetta fer at ganga út yvir nakrar gestir hjá okkum. Vit hava nógvar gestir í løtuni, men vit vænta, at tað skjótt fer at verða nakað sum í mars, tá ið hotellið var meira ella minni tómt allíkavæl, av tí at tað var lágsesong, og so eisini, tí at flogferðslan steðgaði orsakað av korona, sigur Jenny í Heiðunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald