back-icon

11.06.2020 09:20

Hotell í Týsklandi vil ikki hava ov tjúkkar gestir

Angelika Hargesheimer, sum eigur hotellið Beachhotel Sahlenburg, heldur ikki, at innbúgvið á hotellinum tolir at verða nýtt av persónum, sum viga meira enn 130 kilo

(Mynd: butenunbinnen.de)
11.06.2020 09:20 Jens Hákun Leo

Í Týsklandi hevur eitt hotell valt ikki at taka ímóti gestum, sum viga meira enn 130 kilo. 

Angelika Hargesheimer, sum eigur hotellið Beachhotel Sahlenburg á týsku vesturstrondini, heldur ikki, at innbúgvið á hotellinum tolir at verða nýtt av persónum í hesum tyngdarflokkinum.

- Hetta eru skirvisligir møplar, sigur hon við týska miðilin butenunbinnen.de.

- Tit sóu sjálvi designarastólarnar niðriundir. Hatta eru also ektaðir klassikarar. Um ein persónur, sum vigar meira enn 130 kilo, setur seg á teir, so er bara pláss fyri tí eina reyvarbøllinum, og so halda teir ikki leingi, sigur Angelika og leggur afturat:

- Eg vil hava eitt designarahotell, og tí vil eg gjarna hava flott innbúgv í staðin fyri møplar úr stórum eikitrøum.

[object Object]

Beachhotel Sahlenburg (Mynd: butenunbinnen.de)

Fólk hava ikki loyvi at roykja ella at hava børn ella kelidjór við á hotellið. Hotellið er bara fyri vaksin fólk, framgongur av heimasíðuni hjá hotellinum.

Friedrich Schorb, professari frá lærda háskúlanum í Bremen, sum hevur granskað í vektdiskriminatión, heldur at hetta er ein óhóskandi máti at reka hotellvirksemi uppá.

- Hetta kann samanberast við at nokta samkyndum atgongd til hotellið og tess møplar, sigur hann við Buten un Binnen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald