back-icon

30.06.2020 17:35

Hvonn letur upp aftur eftir tveir mánaða steðg

Í morgin letur Hvonn í miðbýnum í Havn upp aftur eftir at hava verið stongt í tveir mánaðir. Hetta er galdandi bæði fyri matstovuna uppiá og fyri kaféina niðriundir

(Mynd: hvonn, Facebook)
30.06.2020 17:35 Jens Hákun Leo

Í morgin letur Hvonn í miðbýnum í Havn upp aftur eftir at hava verið stongt í tveir mánaðir.

Hetta er galdandi bæði fyri matstovuna uppiá og fyri kaféina niðriundir.

Matstovan fer at hava opið átta tímar um dagin, og kaféin hevur higartil sett tríggjar tónleikaframførslur til at vera á skránni í juli mánaði.

Tann 30. apríl bórust annars tíðindini, at Gist og Vist, sum eigur Hvonn, hevði sent fólk til hús, og at virksemið varð skert.

Hetta hevði við sær, at Hotel Tórshavn og Hotel Vágar lótu aftur, og at nakrar av matstovunum í Havn, harímillum Hvonn, stongdu.

- Tað er greitt fyri øll, at ferðavinnan í ár er farin fyri bakka. Okkara tíðshorisontur er, at vit arbeiða móti einari ferðavinnu í næsta ár. Vit skulu yvirliva til næsta ár, og fyri at yvirliva verða vit noydd at handla nú og trimma og minka um okkara virksemið og útreiðslur so nógv sum gjørligt, so vit kunnu hava somu fyritøku aftur, tá vit koma inn í eitt nýtt summar næsta ár, segði Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist við Kringvarpið í apríl.

Johannes Jensen legði afturat, at "tað verður eitt skert matstovuvirksemi, vit fara at hava."

Hvonn brasserie og Hvonn kafé høvdu opið, eftir at korona legði landið lamið í mars, men bæði støðini hildu seg til almennu tilmælini um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 22.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald