back-icon

02.05.2020 08:00

Í dag fara hesi til stroks

Altjóða "arbeið nakin í havanum" dagur er í dag, 2. mai

02.05.2020 08:00 Jens Hákun Leo

"World Naked Gardening Day" er dagurin, har fólk við alski til havaarbeiði, verða eggjaði til at arbeiða í havanum - nakin.

Dagurin varð á fyrsta sinni hildin 10. september 2005, og síðan 2007 hevur dagurin verið hildin hvønn fyrsta leygardag í mai.

Teir, sum upprunaliga stovnaðu dagin, vóru Mark Storey frá Nude & Natural Magazine og permakulturalisturin Jacob Gabriel. Teir stovnaðu dagin í sambandi við verkætlanina Body Freedom Collaborative.

Endamálið við degnum er, at øll fólk við alski til havaarbeiði skulu kenna seg meira fræls, góðtaka sín kropp og vera tættari uppá nattúruna, skrivar idenyt.dk.

The Naturist Society, Clothes Free International og American Association for Nude Recreation eru nakrir av felagsskapunum, sum stuðla degnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald