back-icon

19.03.2020 19:25

Ikki fyrstu ferð at Føroyar fara niður í ferð

Spanska sjúkan herjaði í Føroyum í 1918 og kravdi 13 mannalív

19.03.2020 19:25 Jens Hákun Leo

Koronasmittan er ikki tann fyrsta herviliga farsóttin, sum hevur vent upp og niður uppá gerandisdagin hjá fólki.

Tann spanska sjúkan, sum vardi frá januar 1918 til desember 1920, kravdi fleiri enn 50 milliónir mannalív kring allan knøttin, og eisini í Føroyum setti sjúkan síni spor. Í Føroyum doyðu sambært Tjóðskjalasavninum 13 av umleið 19.700 íbúgvum av sponsku sjúkuni.

Tey, sum doyðu, doyðu í roynd og veru av lungnabrunanum, sum var fylgisjúka til influensuna.

Í fleiri londum kom sjúkan í trimum umførum.

- Í Føroyum sær tað út til at hava verið tvey umfør. Sambært hagtølum hjá Færøernes Fysikat (landslæknanum) sæst, at fyrsta útbrotið er í juni og juli 1918, síðani kemur sjúkan aftur í oktober og nógv verða smittað til og við januar 1919. Sambært føroysku tíðindabløðunum doyggja fleiri fólk í Havn í oktobermánaði 1918, skrivar Tjóðskjalasavnið.

Fleiri av átøkunum, sum føroysku myndugleikarnir settu í verk ímóti tí sponsku sjúkuni á sinni, eru tey somu, sum landsstýrið nú hevur sett í verk ímóti koronasmittuni.

Í november 1918 herjaði sjúkan í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba, og læknin í Suðuroy kendi seg tí noyddan at koma við fleiri boðum og áheitanum til fólk. Boðskapurin varð prentaður í Føroyatíðindum og borin í hvørt heim:

- (Ein partur av boðskapinum leysliga týddur til føroyskt) Sjúkan er at finna í einstøkum húsum á Tvøroyri, í Vági og í Hvalba. Í hesum støðum er tað forbjóðað at skipa fyri almennum dansi og at hava møti. Harumframt hevur mann mett tað vera skilagott at lata skúlarnar aftur í eina tíð, inntil mann sær, hvussu støðan broytist

- Mann letur vera við at spjaða smittuna við at siga frá og fara í song so skjótt, sum mann kennir seg sjúkan, við ikki at lata frísk vera saman við sjúkum, við at lata tann sjúka vera við hús í 8 dagar, eftir at viðkomandi er vorðin frískur aftur, og við at lata vera við at hosta ímóti øðrum.

- Mann forðar eisini fyri smittuspjaðing við ikki at ferðast ímillum bygdir, við at hvørt húsarhald heldur seg fyri seg sjálvt (tó kunnu børn gott sleppa út at spæla), við ikki at vera óneyðuga leingi í handlum, við javnan at vaska hendur - serliga eftir at mann hevur nortið við tann sjúka - og við at skola munnin áðrenn máltíðir og um morgunin og kvøldið.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald