back-icon

28.04.2020 07:00

Illir føroyingar: Tað eru ov nógv sum s**** á tilmælini

Næstan 400 føroyingar ynskja eina skipan við tvungnum sóttarhaldi

(Savnsmynd)
28.04.2020 07:00 Jens Hákun Leo

Í seinastu viku gjørdi løgmaður aftur greitt, at føroyska koronastríðið er bygt á álit. Landsmyndugleikarnir ynskja ikki at herða farsóttarlógina og at seta tvungið sóttarhald í verk, skrivar Portalurin.

Men tann meinigi føroyingurin sær út til at hava eina aðra áskoðan, tí higartil hava næstan 400 fólk skrivað undir uppá á skrivunder.net, at tey vilja hava eina lóg í gildi, ið loyvir tvungnum sóttarhaldi í Føroyum.

Hesi 400 ynskja eisini at avtaka skipanina við familjusóttarhaldi.

Møguleiki er at viðmerkja, hví ein hevur valt at skriva undir - og tað hava nógv gjørt:

Ónøgdur borgari #1: Ynski inniliga, at vit í Føroyum kunnu liva okkara vanliga lív. Vit hava gjørt okkara. Nú ynskja vit, at tey, sum koma uttanifrá, NOYÐAST at gera teirra.

Ónøgdur borgari #2: Smittan kemur við fólki, sum koma til landið. Tað er púra óneyðugt og setir ALLAR føroyingar í Føroyum í forleyginheit. Eingin kennir seinfylgir av Covid-19, og immuniteturin er lítil og eingin, so einki gott argument er fyri at lata smittuna ferðast í føroyska samfelagnum. Isolatiónin hjá gomlum og veikum, sum eru heima, er ring fyri tey, bæði fysiskt og sálarligt.

Ónøgdur borgari #3: Logik for burhøns.

Ónøgdur borgari #4: Síggi onga grund at halda eitt heilt samfelag lamið, fyri at nøkur fá kunnu reisa frítt inn í landið. Harafturat: hvussu leingi tíma tey, sum sita frívilligt í sóttarhaldi, tá onnur ikki fara í sóttarhald?

Ónøgdur borgari #5: Tað eru ov nógv, sum "skíta" á tilmælini.

Ónøgdur borgari #6: Við hesum ber til at "leylata" umleið 50.000 herbùgvandi føroyingar. At "ferđast-møguleikin" skal ikki halda okkum innisperraði longur. Innisperra møguliga smittuberaran í staðin, takk.

Ónøgdur borgari #7: Vit eru yvir 50.000 fólk, sum skulu liva avbyrgd, tí nøkur hundrað fólk um vikuna koma til Føroya. Vit kunnu, um kravt sóttarhald verður ásett, liva nøkulunda vanligt, og tey gomlu, útsettu og onnur kunnu fáa tað betur og síggja síni kæru, um so var.

Skilji ikki landsins leiðslu. Fleiri høvdu kunnað farið aftur til arbeiðis og harvið spart ALS pening.

Um hugsað varð um føroyingar, sum búgva í Føroyum, varð kravt sóttarhald ásett, men tíverri letur tað til, at vit ikki eru fyrsti prioritetur. At stóla blint uppá fólk er naivt. Hevði so sanniliga ynskt, at tađ ber til, men tađ tekur bert ein persón at bróta hetta álitið, og so eru vit øll enn einaferð í vanda, ella at samfelagiđ enn einaferđ má lukka totalt niđur. Og eru landsins myndugleikar virkuliga so naivir, at teir halda, at øll ferðafólk fara at yvirhalda eitt 14 dagar tilmælt sóttarhald, um tey bert skulu ferđast í Føroyum í til dømis 10 dagar...??!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald