J.K. Rowling í Nólsoyarfirði?
Harry Potter-rithøvundurin kann vera umborð á marglætisjátt sum liggur í Nólsoyarfirði
![](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/09/06/890x590/yacht1.jpg)
Í farna mánað skrivaðu íslendskir miðlar um marglætisjáttina, sum í dag liggur á Nólsoyarfirði. Tá var heimskendi rithøvundurin J. K. Rowling umborð á bátinum saman við manninum og dóttrini. Tey vóru í landi í Íslandi.
Sambært heimasíðuni yachcharterfleet.com kostar tað millum 300.00 og 325.000 evrur um vikuna at leiga játtina. Altso millum 2,2 og 2,4 mlliónir danskar krónur.
J. K. Rowling (Mynd: EPA)
Av Tórshavnar Havn verður sagt, at Calypso kom í Nólsoyarfjørð tá klokkan var umleið átta í morgun, men meira vita tey ikki.
– Hon hevur ikki verið í sambandi við okkum, hon er helst komin her at kroka fyri veður, segði vakthavandi á Tórshavnar Havn við Portalin fyrr í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Játtin Calypso er bygd í 2003, er 61,5 metrar lang og 11 metrar breið. Sambært MarineTraffic kemur Calypso úr Íslandi ávegis til Bodø í Noreg.
(Rættað 6. september 21:54 í mun til hvat tað kostar at leiga játtina)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald