back-icon

18.08.2020 14:21

Jóan Símun og teir byrja á útivølli ímóti Eintracht Frankfurt

Í fjórða umfari, sum er á skránni vikuskiftið 17-18. oktober, taka uppflytarunum úr Arminia Bielefeld ímóti FC Bayern München á heimavølli

(Savnsmynd)
18.08.2020 14:21 Jens Hákun Leo

Tað er nú greitt, hvussu liðini í týsku Bundesliguni skulu spæla næsta kappingarár.

1. umfar í Bundesliguni 2020/21 verður leikt vikuskiftið 19-20. september, og Jóan Símun Edmundsson og liðfelagar hansara í Arminia Bielefeld leggja fyri á útivølli ímóti Eintracht Frankfurt.

Eintracht Frankfurt endaði nummar níggju í Bundesliguni síðsta kappingarár.

2. umfar tekur Arminia Bielefeld ímóti FC Köln á heimavølli. FC Köln gjørdist nummar 14 í 2019/20 útgávuni av Bundesliguni.

Í fjórða umfari, sum er á skránni vikuskiftið 17-18. oktober, taka Jóan Símun og teir ímóti meistarunum úr FC Bayern München.

Útidysturin ímóti FC Bayern München er á skránni vikuskiftið 13-14. februar 2021. Talan er tá um dyst í 21. umfari.

34. og síðsta umfar í Bundesliguni verður leikt tann 22. mai næsta ár. Tá verður uppflytarauppgerð ímillum VfB Stuttgart og Arminia Bielefeld á Mercedes-Benz Arena í Stuttgart.

Arminia Bielefeld vann Bundesligu 2 síðsta kappingarár við 68 stigum, meðan VfB Stuttgart endaði nummar tvey í deildini við 58 stigum.

Arminia Bielefeld tekur ímóti Borussia Dortmund á heimavølli í 6. umfari vikuskiftið 31. oktober - 1. november.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald