back-icon

02.07.2020 18:02

Jonass og Teitur gera aftur um seg á Youtube

Vloggur úr Gran Canaria

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

02.07.2020 18:02 Hvat.fo

Føroyski Paradise Hotel-vinnarin frá í fjør Teitur Skoubo og vinmaðurin Jonass Jannec, sum akkurát gjørdist ov stuttur í finaluni, gera nú um seg aftur á Youtube.

Eftir at finalan varð víst á skíggjanum fyri umleið einum ári síðani, vóru teir báðir virknir harrar á Youtube, men í eina tíð hevur tað ligið stilt.

Nú er arbeiðið tikið uppaftur til stóra gleði fyri teir 40.000 fylgjararnar, sum teirra felags brúkari hevur.

Í tveimum partum hava teir gjørt sonevndan vlog av túrinum á Gran Canaria, har teir vóru á heysti í fjør.

Fyrsti partur sæst ovast í greinini meðan annar partur sæst niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald